Tony Lloyd frá

Bretski varauttanríkisráðharrin, Tony Lloyd, sum flestu føroyingar minnast frá hátíðarligu undirskrivingini av marknaavtaluni millum Føroyar og Bretland í nýggju hølunum í Tinganesi, er ikki longur ráðharri. Herfyri vórðu gjørdar fleiri broytingar í bretsku arbeiðarastjórnini. Ein broyting var tann, at Tony Lloyd varð koyrdur úr sessinum sum ein av trimum varauttanríkisráðharrum.

Sambart bretska blaðnum Guardian, so hevur Tony Lloyd verið ein óheppin ráðharri. Tá hann í fjør gav frágreiðing og svaraði spurningum í eini tingnevnd um vápnasølu til afrikanska landið Sierre Leone, var hann ikki nóg væl kunnaður av sínum embætismonnum. Síðani tá hevur hann verið »a marked minister« skrivar The Guardian. Seinni hevur hann so eisini umrøtt ein fyrrverandi konservativan politikara meira positivt, enn hansara egnu mettu vera rætt.

Tony Lloyd kemur frá Manchester økinum og hevur umboðað Stretford síðani 1983. Í andstøðu var hann talsmaður hjá Labour fyri flutningi, arbeiðsmarknaði, útbúving og umhvørvi. Tá Arbeiðaraflokkurin kom inn aftur í hitan, eftir at hava verið úti í myrkurinum í umleið 18 ár, varð Tony Lloyd kosin varauttanríkisráðharri við m.a. Felagsmarknaðinum sum málsøki.

Tá marknaavtalan millum Føroyar og Bretland kom undir land fyri ikki so langari tíð síðani, varð Tony Lloyd maðurin, sum bretar sendu til Føroya at undirskriva avtaluna. Hann man uttan iva vera tann hægsti bretski politikarin, sum vitjað hevur í Føroyum nakrantíð.

Undir vitjan síni í Føroyum legði Tony Lloyd stóran dent á framtíðar samvinnuna millum Føroyar og Bretland, og tað var eisini í sambandi við hansara vitjan her, at Anfinn Kallsberg, løgmaður varð boðin á almenna vitjan í Bretlandi. Tann vitjanin er ikki endaliga ásett men verður einaferð í heyst.


John Battle

frá orkumálum

Ein annar bretskur ráðharri, sum vit føroyingar eisini hava havt nakað við at gera, er John Battle, sum hevur verið orku- og oljumálaráðharri, síðani Labour kom aftur í stjórn. John Battle er nú vorðin varauttanríkisráðharri. John Battle hevur uttan iva havt sín lut í tí semju, sum varð gjørd millum Føroyar og Bretland um markið. Tá altjóða oljuráðstevnan varð hildin í Stavanger í fjør hittust Eyðun Elttør, orkumálaráðharri og John Battle at tosa um framtíðar samvinnu á oljuøkinum. Tá varð marknatrætan eisini havd á lofti.

Nýggjur bretskur orkumálaráðharri er vald Helen Liddell.