Tveir danskir toppviolinistar við føroyskum rótum hava stóra konsert í Sjónleikarahúsinum 27.oktober. Harafturat leita teir eftir føroyskum sangara til næstu fløguna. Violinisturin Rune Tonsgaard Sørensen, ið hevur ein pápa úr Havn fer saman við spælimanninum og komponistinum Poul Bjerager Christiansen at spæla til konsert í Sjónleikarahúsinum.
Teir verða í Føroyum tann 26. og 27. oktober fyri at geva fløguna við navninum »Fiddling Faroes« út.
Tað verður mánadagin 26. oktober klokkan 16, tá útgávukonsert verður í TUTL handlinum.
Fløgan inniheldur 12 skerðingar við í alt 18 løgum. Talan er um føroysk løg, sum eru sett til norðurlendskan og keltiskan fólkatónleik. Á nøkrum skerðingum eru klipp við føroyskum dansi.
- Føroyingum í Danmark dámar rættiliga væl hesa nýskapan, sum fløgan bjóðar, og vit vóna at tað eisini verður galdandi í Føroyum, siga tónleikararnir.
- Vit gleða okkum til konsertina og til føroyska dansin, ið verður eftir konsertina. Tað er tann vakrasti og sterkasti formurin fyri siðbundnum dansi í Evropa, sigur ?Poul Bjerager
Rune Tonsgaard, ið er 25 ára gamal, er eitt sera »heitt« navn í klassiskum tónleiki í Danmark. Hann er primarius í Den Danske Strygekvartet og konsertmeistari í Sjællands Symfoniorkester.
Dans-Færøsk Kulturfond hevur longu játtað pening til eina fylgjandi fløgu, sum so skal vera við sangi og kvæðum á øllum skerðinginum ? saman við instrumentunum. Meðan tónleikararnir eru í Føroyum fara teir eisini at tosa við TUTL og Sláið Ring, um hvussu teir koma í samband við áhugaðar og kompetentar føroyskar sangarar, sum kenna siðvenjuna.
Danska TV-Avisen fer at fylgja teimum báðum á túrinum.