Toppdystur hjá kvinnunum

Tað er stutt millum uppgerðirnar millum tvey tey bestu liðini í bestu kvinnudeildini í fótbólti.

 

Aftur í dag hittast EBS/Skála og KÍ, og aftur í dag verður dysturin í Streymnesi, har KÍ í vikuni vann fyrru hálvfinaluna í steypakappingini 4-0.

 

Liðini hava spælt eina ferð ímóti hvørjum øðrum í landskappingini. Tann dysturin var í Klaksvík, og KÍ vann 3-2. Heimaliðið var frammanfyri við trimum málum, men síðstu løtuna skoraðu gestirnir tvær ferðir, og tá var heilt spennandi.

 

Í dag

Víkingur-HB: Elsa Andreasen kl. 12.30

ÍF-AB: John Ray Ellingsgaard kl. 15.00

EBS/Skála-KÍ: Ronni á Krákusteini kl.15.00

 

Støðan undan 7. umfari

KÍ 18 stig

EBS/Skála 15 stig

HB 12 stig

B36 9 stig

ÍF 6 stig

Víkingur 3 stig

AB 0 stig