Toppdystur verður í Gundadali

Kvinnur: HB, sum er næstfremst, fær í kvøld viltjan av oddaliðnum KÍ

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo

Klokkan 19 í kvøld verður fyrsta bríksl í Gundadali, har tað verður toppdystur. KÍ, sum hevur  spælt 13 dystir, er oddalið við 30 stigum, og HB, sum hevur spælt 12 dystir, er næstfremst við 25 stigum. Tað eru tvey stig frá HB og aftur til EBS/Skála, ið er á triðja plássi við 23 stigum. EBS/Skála hevur spælt 12 dystir. Í kvøld er talan um framskundaðan dyst frá 15. umfari. Hinir dystirnir í tí umfarinum verða spældir 21. august – NSÍ – EBS/Skála, Víkingur – B36 og TB/FCS/Royn – 07 Vestur.

 

Um tað av álvara skal verða spenningur í FM kappingini, so er neyðugt, at HB fær í hvussu so er eitt og helst øll trý stigini ímóti fleirfaldu meistarunum úr Klaksvík.

 

Tølini siga, at tað oftast gongur javnt á, tá ið HB og KÍ spæla. Í triðja umfari vann KÍ 2-1 ímóti HB á útivølli, og tá ið liðini hittuast í Klaksvík í áttanda umfari, var úrslitið 1-1. Síðani tá hevur HB vunnið fulla úrtøku í øllum fýra dystunum, meðan KÍ hevur vunnið tríggjar, spælt 1-1 á útivølli ímóti NSÍ og tapt 1-0 á útivølli ímóti EBS/Skála.

 

Í fjør vann KÍ FM, og HB endaði á fimta plássi. Tá endaðu tveir dystir við málleysum javnleiki, og KÍ vann tann triðja 2-0. Hann varð spældur í Klaksvík.

 

HB – KÍ: Áki Leitisstein Hansen kl. 19.00.

 

-

 

1393144830
HB12813411225
EBS/Skála12723301123
NSÍ12633291221
B3612615372019
07 Vestur12408282612
Víkingur13328332511
TB/FCS/Royn12001211290

 

 

 

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo