Toppdystur er í Vestmanna leygardagin, tá fremstu liðini í kvinnudeildini, VB og VÍF, bresta saman. Í løtuni eru fýra stig ímillum liðini, og vinnur VB leygardagin, skal eitt undur til, um tær ikki gerast greipuvinnarar.
Vágskvinnur hava verið einaráðandi stóran part av kappingarárinum, og enn hava tær ikki sett stig til í endaspælinum. Fyrri dysturin í endaspælinum endaði við stórsigri á 25-16 til VB. Í steypafinaluni var tað eisini VB, sum stóð seg best, og tí eru tær lítil favorittur undan dystinum í Vestmanna.
Hjá VÍF er dysturin seinasta útkall, um liðið skal endurvinna meistaraheitið. Tær hava verið nakað svingandi í ár, men vinna tær á VB, kemur rættiligur spenningur í kvinnukappingina aftur.
VÍF vann stórsigur á VB í grundspælinum í Vestmanna, og um tað skal endurtakast, so er av stórum týdningi at tær megna at taka broddin av Daivu Tuomaite og Redu Kurkauskiene, sum báðar mugu vera evni til ársins spælari í kvinnudeildini í ár.
Neistin og Tjaldur spæla botndyst í høllini á Hálsi sunnudagin. Bæði liðini hava ikki havt av bestu kappingarárum. Neistin, sum mest vinnandi felagið í kvinnuhondbólti ígjøgnum tíðina, hevur als ikki liva upp til vónirnar settar vórðu til tær undan kappingarárinum.
Í endaspælinum hevur gingið misjavnt, glottarnir ímóti Stjørnuni og STÍF gera, at felagið framvegis er við í kappingini um bronsumerkini. Tað eru fýra stig upp til Stjørnuna og Kyndil, og kravið er ein sigur ímóti Tjaldri, um frástøðan til bronsuplássini skal minka. Seinast liðini møttust, vunnu Tjaldurskvinnur, so heimaliðið hevur nakað hevna, síðan seinast.
Á Skála møtast STÍF og Kyndil, sum bæði eru við í bronsustríðnum. Kyndil hevur vunnið allar dystirnar ímóti í ár, men fyrri dysturin í endaspælinum var tættur, og tí er ongin favorittur undan dystinum. Liðini liggja ájøvn í stigartalvuni, og er væntandi talan um ein tættan og spennandi dyst á Skála sunnudagin.