3. umfar í 1. deild í fótbólti verður í dag. Toppuppgerðin verður á Sevmýri, har TB fær vitjan av 07 Vestur. Felags fyri hesi bæði liðini er, at tey hava vunnið fulla úrtøku burtur úr tveimum teimum fyrstu umførunum.
Triðja liðið við fullari úrtøku er VB/Sumba, sum seinnapartin fer at spæla á Svangaskarði ímóti næstbesta liðnum hjá B68. Toftamenn eiga framvegis fyrsta stigið til góða.
Næstbesta liðið hjá Víkingi er framvegis ósigrað - ein sigur og ein javnleik. Í dag fer samansetta liðið rættuliga at fáa sína søk fyri, tí Víkingur skal spæla á Argjum.
Saman við teimum trimum oddaliðunum er AB einasta liðið, sum hevur møguleika at flyta upp. AB hevur higartil vunnið 7-0 á EB/Streymi og tapt 4-3 í Sørvági.
Í Sørvági varð toppskjúttin Tróndur Sigurðsson útvístur. Hann hevur fingið tveir daga leikbann og verður tískil ikki við í dag.
Fyri støðuna í botninum hevur uppgerðin klokkan 13 í Klaksvík millum KÍ og NSÍ stóran týdning.
HB fær í dag vitjan av EB/Streymi. Hesi bæði liðini hava longu spælt ein landskappingardyst. Hann var framskundaður frá 5. juli. EB/Streymur vann 2-0.
Í dag
AB-Víkingur kl. 15: Høgni Hansen
TB-07 Vestur kl. 15: Jens Petur Brattalíð
KÍ-NSÍ kl. 13: Georg Rasmussen
B68-VB/Sumba kl. 16: Jón Kári í Brekkuni
HB-EB/Streymur kl. 15.15: Birgir Sondum
Støðan
TB, VB/Sumba og 07 Vestur 6 stig
Víkingur 4 stig
AB og EB/Streymur 3 stig
HB 1 stig
NSÍ, B68 og KÍ 0 stig
Øll liðini hava spælt tveir dystir uttan EB/Streymur (3 dystir) og NSÍ (1 dyst)