Toppdysturin verður á middegi

Kvinnur: Allir fýra dystirnir vera heilt tíðliga í dag

Tað verður fult umfar í bestu kvinnukappingini. Fjórða umfar er á skrá, og tey bæði liðini, sum hava vunnið fulla úrtøku í trimum teimum fyrstu umførunum, hittast í dag.

 

Toppuppgerðin verður í Klaksvík, har EBS/Skála verður gestur hjá KÍ. Talvan sigur, at EBS/Skála er oddalið, tí málmunurin hjá felagsliðnum er +5, meðan málmunurin hjá KÍ er +4.

 

Í fjør var tað rættiiga javnt, tá ið hesi bæði liðini kappaðust. KÍ vann 1-0 á útivølli, og hinir báðir dystirnir endaðu javnir – málleyst í Klaksvík og 2-2 í Streymnesi.

 

Við gongdini í fjør í huga er tað ikki frítt óvæntað, at 07 Vestur er á triðja plássi við seks stigum, og at Víkingur bara hevur vunnið trý stig í trimum teimum fyrstu umførunum. Víkingur hevur tvær tær seinastu ferðirnar tapt 3-1 á heimavølli ímóti KÍ og 3-1 á útivølli ímóti B36.

 

Meðan tað hevur verið heilt soltið tvær tær seinastu ferðirnar hjá Víkingi, so hevur 07 Vestur vunnið 5-0 ímóti B36 í Gundadali og 3-1 í Suðuroy. Í dag hittast 07 Vestur og Víkingur í Sørvági.

 

HB er stórfavorittur í Gundadali ímóti TB/FCS/Royn.

 

Trý korter frammanundan, at bólturin fer á rull í Gundadali millum HB og TB/FCS/Royn, verður fyrsta bríksl millum B36 og NSÍ í Gundadali. Felags fyri bæði liðini er, at tey hava vunnið ein og tapt tveir dystir.

 

 

 

KÍ – EBS/Skála: Høgni Madsen kl. 12.15

 

07 Vestur – Víkingur: Heini Ziskason Viðoy kl. 13.00

 

HB – TB/FCS/Royn: Dan Waag Sjóstein kl. 13.00

 

B36 – NSÍ: Jón Tór Baldvinsson kl. 12.15

 

 

 

EBS/Skála3300729
3300629
07 Vestur3201936
Víkingur31021863
NSÍ31021253
HB3102343
B363102373
TB/FCS/Royn30031300