Alt bendir á, at leygarkvøldið 10. juni verður eitt heitt kvøld í Runavíkarøkinum. Tá bjóðar Mc Barrin í Saltangará bæði strippshow og toppleysa servering, sum tey sjálvi rópa tað.
Sambært skránni hjá Mc Barrini fyri hetta leygarkvøld verða tað Denice og Pernille, sum barrin rópar tær, ið fara at hava strippshow og fara at syrgja fyri toppleysari servering.
- Hetta kvøldið fáa vit heita vitjan, tá Denice og Pernille koma ein túr heim á klettarnar, siga fyriskipararnir. Lagt verður aftrat, at Denice er drotningin innan... “ja, tit kunnu gita...”, sum tikið verður til.
Sagt verður eisini, at Quizz´in verður stutt hetta kvøldið - frá klokkan 22.15 til á midnátt. Dj-X fer at diska dagsins hits kryddað við rokkhittum.
- Vit síggjast til eitt heitt kvøld, siga tey, sum standa aftan fyri Mc Barrina í Saltangará.