Toppliðini fingu fulla úrtøku

Tað broyttist lítið í toppinum í næstbestu fótbóltsdeildini, tá ið 7. umfar var á skránni seinnapartin í dag. Burtursæð frá TB, sum tapti í Sandavági, vunnu øll tey ovastu liðini.

B68 og FSV04 eru framvegis á uppflytingar plássunum, og ÍF og LÍF fylgja væl við.

Í botninum er B36 aftur einsamalt, eftir at teir í dag á heimavølli løgdu rygg til stórtap ímóti LÍF, meðan SÍ, sum vitjaði hitt havnarfelagið fór til hús við javnleiki.

 

7. umfar

HB-SÍ 2-2

FSV04-TB 1-0

B36-LÍF 0-7

KÍ-ÍF 0-3

NSÍ-B68 0-4

 

Støðan eftir 7 umfør:

B68 19 stig

FSV04 16 stig

ÍF 14 stig

LÍF 13 stig

TB 10 stig

NSÍ 9 stig

HB 7 stig

KÍ 6 stig

SÍ 4 stig

B36 3 stig

 

Komandi mikudag verður 9. umfar:

B68-KÍ

ÍF-B36

LÍF-FSV04

TB-HB

SÍ-NSÍ