Kvinnufótbóltur
Sunnudagin spældu tey bæði bestu kvinnuliðini í landinum toppdyst í landskappingini. Undan dystinum var KÍ fimm stig frammanfyri B36, og tí hevði tað stóran týdning fyri B36, at liðið vann dystin. KÍ kundi liva við javnleiki, og um liðið vann, so vaks munurin upp í átta stig.
Úrslitið av dystinum gjørdist javnleikur, og tað passaði betur heimaliðnum enn útiliðnum, sum framvegis er væl aftanfyri meistaraliðið úr Klaksvík.
Dysturin var javnur, og fáir málmøguleikar vóru. KÍ hevði nakað fleiri royndir á B36-málið, men allan dystin høvdu liðini ilt við at skapa stórar kjansir.
Hekk ikki saman
Í fyrra hálvleiki gekk mest sum alt fyri seg millum báðar brotsteigirnar. Tað var sjáldan, at bóltar vórðu spældir inn í brotsteigarnar, og tað kom so at siga ikki fyri, at nakar líkinda málmøguleiki var fyrstu trý korterini.
Verjunar báðar høvdu gott tamarhald á støðunum, meðan liðini høvdu trupult við at fáa nakað flótandi spæl at ganga. Hjá heimaliðnum var nógv órógv á samanspælinum, og útiliðið var lítið frægari, hóast tær av og á kláraðu at spæla væl millum sín.
Innsatsurin hjá báðum liðunum var góður, og spælararnir stríddust um hvønn bólt. Tað hevði eisini við sær fleiri langar steðgir orsaka av skaðum.
Málini komu
Í seinna hálvleiki kom eitt sindur meira ferð á dystin, og tað var eisini nakað meira áfatt í brotsteigunum hjá báðum liðunum.
KÍ byrjaði seinna hálvleik betur, og eftir nøkur hornspark lá tað í luftini, at KÍ fór at skora. Og tað gjørdu tær. Enn einaferð var tað beinleiðis upp á hornaspark, og tað var Rannvá Andreassen, sum var málskjútti.
Tá vóru okkurt um 10 minuttir farnir av seinna hálvleiki, og áðrenn 10 minuttir afturat vóru spældir, hevði B36 svara aftur.
Eitt fríspark varð sent inn í málteigin úr høgru, KÍ-málverjin fekk bara hendurnar á, og so var verjuspælarin Súsanna Hansen fyrsta á tí leysa bóltinum og skoraði.
Ein stórur kjansur
Restina av dystinum gekk tað eisini javnt á, men KÍ var nærri við at fáa mál. Serliga eina støðan átti at givið mál, tí eitt innlegg fór allan vegin framvið B36 málinum, hóast fleiri KÍ-spælarar vóru á nánd. Vivian Bjartalíð fekk bóltin nakað aftanfyri aftaru stong, og hon smekkaði til, men bólturin brast í stongina og út í spæl.
Samanumtikið var javnleikur á góðari leið. Dysturn var tættur og nakað rótutur, og málmøguleikarnir vóru fáir.
Úrslitið hevði tó við sær, at KÍ framvegis hevur greiða leiðslu í toppinum í bestu kvinnudeildini.KÍ og B36 skulu spæla tvær ferðir afturat ímóti hvørjum øðrum í ár í landskappingini.
Aðra staðni kring landið eydnaðist EB/Streymi at vinna stevnudystin móti FS Vágum, meðan GÍ á heimavølli vann tepran sigur á AB.