Venjararnir Dia Midjord og Kári Nielsen hava í dag tikið landsliðið út, og toppskjúttin á landsliðnum, Heini Hanusarson, er ikki tikin út.
Landsliðsvenjararnir hava lovað, at spælararnir, sum eftir dystin ímóti Bosnia herfyri, fóru í býin og sýndu skeivan atburð, skulu revsast. Rás2 skilir, at talan var um sjey spælarar, og allir fáa leikbann í ein ella tveir dystir.
- Tað eru praktisk viðurskifti sum gera, at bara ein spælari er avsettur hesaferð. Men hinir spælararnir verða eisini revsaðir komandi dystirnar, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari.
Heini Hanusarsson undrast á, at hann í fyrstu syftu er einsamallur um at verða revsaður fyri býtúrin í Sarajevo.
- Fyri tað fyrsta vil eg siga, at tað hevur verið púra vanligt, at spælararnir eru farnir í býin eftir ein dyst, um tað hevur verið ein heilur mánaði til næsta dystin, so eg skilji ikki rættiliga, at spælararnir skulu revsast. Og eg kann so staðfesta, at eg eftir øllum at døma skal verða tann fyrsti, sum verður offur fyri hesari maktdemostratión frá venjaranum, sigur Heini Hanusarson við Rás2.
Rás2 skilir, at orsøkin til, at bert ein spælari verður revsaður í fyrstu syftu er, at bert 18 spælarar eru meldaðir til kappingina, og tá fleiri spælarar ikki fáa verið við av øðrum orsøkum hesaferð, fáa landsliðsvenjararnir ikki sett fleiri spælarar av hesaferð. Men allir fáa sína revsing.