Toppskjúttin hjá Start skaddur

Venjarin hjá Toda ber ótta fyri, at liðið nú kann fáa trupulleikar í endaspurtinum

Noreg

Tað kemur illa við hjá nýggja felagnum hjá Toda Jónsson, at Marius Johnsen nú er skaddur.
Hóast hann hevur fast pláss á vinstra bakki, so hevur Johnsen higartil í ár verið toppskjútti hjá felagnum við sjey málum. Ein støða, sum Todi Jónsson er í fullari ferð við at broyta.
Enn er ikki heilt greitt, hvussu álvarsamur skaðin er, men venjarin hjá Start, Tom Nordlie, ber ótta fyri, at hetta kann kosta nógv.
- Verður hann ikki við í komandi dystinum móti Odd Grenland og teimum næstu dystunum við, so sigur tað seg sjálvt, at tað kann hava keðiligar avleiðingar fyri liðið.
- Tað sigur seg sjálvt, at ein slíkur skaði kann nerva liðið. Ikki minst í verjupartinum, har hópurin framman undan er sera tunnur, sigur venjarin.
Og hjá spælarunum sjálvum er støðan ikki minni keðilig. Hann var annars úttikin til norska landsliðið, sum mikukvøldið skuldi spæla venjingardyst móti Slovenia. John Arne Riise er annars vanliga fastur fúsur á bakk-plássinum hjá Noreg, men hann er leikbannaður til komandi undankappingardystin móti Slovenia, og tí var ætlanin, at Johnsen skuldi roynast hesaferð. Men tann møguleikin verður so av ongum í hesum umfarinum.