Toppskjúttin heldur fram í barndómsfelagnum

KÍ og Páll A. Klettskarð hava í kvøld skrivað undir sáttmála, sum knýtir partarnar at hvørjum øðrum fram til ársenda 2024

KÍ næstformaðurin Rúni Heinesen saman við toppskjúttanum Páll A. Klettskarð, sum hevur bundið seg at spæla við KÍ í hvussu so er fram til ársenda 2024

Fótbóltslagið er øgiliga gott í Klaksvík. Í gjár vann KÍ 2-0 á heimavølli ímóti HB. Fyri einari viku síðani varð kunngjørt, at felagið hevur skrivað sáttmála, sum knýtir verjuskansan Odmar Færø at hvørjum øðrum fram til árskol 2025, og í kvøld eru aftur hugalig tíðindi at frætta frá KÍ.

 

Toppskjúttin Páll A. Klettskarð og KÍ hava skrivað undir sáttmál, sum knýtir partarnar at hvørjum ørðum fram til ársenda 2024.

 

Páll fyllir týsdagin 17. mai 32 ár. Hann hevur spælt 286 dystir í bestu landskappingini, og hann hevur skorað 157 mál í bestu landskappingini, og hann er næstbesti málskjúttin yvirhøvur í bestu deildini.

 

Í gjár varð Páll A. Klettskarð kosin at vera besti spælari í apríl. Hann hevur í níggju teimum fyrstu umførunum skorað níggju mál.

 

Sunnudagin fara Páll A. Klettskarð og KÍ vestur til Vágar at spæla.

 

KÍ næstformaðurin Rúni Heinesen saman við toppskjúttanum Páll A. Klettskarð, sum hevur bundið seg at spæla við KÍ í hvussu so er fram til ársenda 2024