EB/Streymur er ósigrað eftir summarsteðgin og hevur endurvunnið sær oddasessin í Effodeildini. Hann skulu teir royna at verja um ella styrkja um sunnudagin, tá ið teir fáa vitjan av TB. Arnbjørn Hansen er við at verða førur fyri at spæla fyri fullari megi aftur, og vísti hann enn sum áður síni evni sum málskjútti, tá ið hann seinasta leygardag varð innskiftur og við tveimum málum vendi einum hóttandi tapi ímóti FC Suðuroy.
Nú eru suðringar so aftur móstøðulið. Hesaferð er tað TB, sum hevur staðið seg væl betur enn oyggjafelagarnir úr Vági, men so er tað heldur ikki meiri enn tað. Í løtuni liggur TB undir niðurflytingarstrikuni, og uttan ein sigur og heili trý tap í fýra dystum efir summarsteðgin eru teir í beinleiðis niðurflytingarvanda og ongantíð ov skjótt kunnu fáa ein sigur.
TB hevur verið heppið, at hini botnliðini eisini hava snávað, men at dúva upp á hetta heldur neyvan nógv longri og nú er tíðin inni hjá TB.