Toppurin gongur fyri seg

VÍF var ongan tíð nær námind nakrari sensatión móti Stjørnuni, sum saman við Tjaldri bara bíðar eftir FM-finaluni

Hondbóltur

Tað gongur ikki nakran serligan veg at skapa spenning um tey bæði finaluplássini í Sunset-deildini.
Higar til hava hvørki Stjørnan ella Tjaldur sýnt nøkur tekin um veikleika, tá spælt hevur verið móti niðaru liðunum, og tann søgan varð endurtikin í Vestmanna sunnudagin.
Frá byrjan var tað Stjørnan, sum setti seg á dystin. Eftir fyrsta korterið stóð 2-8 á talvuni, og so var spenningurin líka sum tikin úr uppgerðini.
Eftir hetta setti Stjørnan ferðina nakað niður, men tað var ongan tíð soleiðis, at veruligur spenningur kom í.
Um knappar tvær vikur hittast somu lið í steypafinaluni, og eingin ivi er um, at VÍF hevur vónir um, at tær ta ferðina kunnu gera eitt sindur meira við mótstøðuna. Skala tað henda, so er tó eingin ivi um, at VÍF skal raka besta dagin á árinum, og so er spurningurin, hvussu fer at gangast við teirri ætlanini.

Fakta um dystin
VÍF-Stjørnan 18-29 (7-15)
10 min: 1-5
20 min: 6-11
40 min: 11-20
50 min: 15-23
Málskjúttar
VÍF: Heidi Joensen 5(1), Agnas Olsen 2, Elisa Leo 2, Liljan Djurhuus 2, Rakul Joensen 2, Linda Davidsen 2, Finngerð Jensen 1, Marita á Rógvi 1, Halla Midjord 1
Stjørnan: Simona Petersen 9(1), Durita Ljósstein 4, Durita Christophersen 4, Joan M. Djordjevic 3(1), Valentina Suciu 3, Judit Hansen 3, Durita Mikkelsen 1, Anna Kristina Samson 1, Una Olsen 1
Brotskøst: VÍF 2, Stjørnan 2
Útvísingar: VÍF 1, Stjørnan 4
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen