Toppurin spældi sær við botnin

Eingin slingur var í, tá ið NSÍ vann rudduligan sigur á sandoyingum, sum vóru rættuliga tannleysir

Fótbóltur

 

Fótbóltslagið í Runavík var gott í gjárkvøldið. Tað lagaði seg væl fyri meistararnar í NSÍ, sum nú eru næstovastir og harvið væl við í kappingini um europeisku plássini. Møguleikin at endurvinna FM heitið er rættuliga kámur, og í fyrstu syftu snýr tað seg um at savna seg um silvurmøguleikan, og lagið var gott, tí tann møguleikin vaks.

Eitt er, at NSÍ vann sannførandi 3-0 sigur á sandoyingum. Hin parturin er, at tað fall í góða jørð, tá ið tað vísti seg, at bæði B36 og Víkingur, sum undan hesum umfarinum vóru frammanfyri NSÍ, einki fingu burturúr aðra staðni í oynni.

Skipað fótbóltsspæl var tað ikki so nógv at síggja til fyrsta korterið. Men tá ið 1. hálvleikur var hálvrunnin, var tað greitt, at øll stigini fóru at verða eftir við Løkin.

Karoly Potemkin setti hol á, tá ið eitt stórt korter var farið. Bogi Løkin, sum man vera tann miðspælarin, ið hevur víst støðugastu avrikini av øllum, sendi bóltin inn um sandoyarverjuna, og tætt undir málinum sendi Potemkin bóltin framvið Símun Rógva Hansen.

Bara lítla løtu seinni hevði B71 gyltan møguleika at svara aftur, men teir kiksaðu: Clayton Soares gjørdist púra einsamallur við NSÍ málverjanum eftir langa framlegging í høgru. Clayton royndi at lyfta bóltin upp um málverjan, sum var komin út ímóti, men Tórður Thomsen megnaði at stýra bóltin framvið málinum.

At eingin B71 úrtøka fekst burturúr gjørdist eyka kostnaðarmikið miðskeiðis í hálvleikinum, tá ið heimaliðið økti um leiðsluna: Jónas Þór Næs, sum rættuliga tykist vera komin fyri seg eftir beinskaðan, ið hevur darvað, kastaði innkast ógvuliga langt inn fyri málið. Ein av B71 monnunum var so óheppin, tá ið hann royndi at stýra bóltin burtur, at hann í staðin snittaði hann upp um sína egnu verju og til Aco Panudrovic, sum var púra blankur, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í kassan. Hann var annars aftur hesa ferð miðverji. Hesa ferð loysti hann leikbannaða Jóhan Troest Davidsen av.

Harvið var spurningurin so at siga svaraður, hvør skuldi vinna stigini, og tað var um reppið, at heimaliðið longu í 1. hálvleiki økti um leiðsluna. Eitt nú hevði Bogi Løkin góða skotroynd av brotsteigarmarkinum, tá ið ein hálvur tími var farin.

Stórur tími var farin, tá ið tað, sum leingi hevði ligið í luftini gjørdist endaliga greitt. Øll stigini vórðu skotin til Runavíkar, tá ið Bogi Løkin aftur var upp á spæl við góðum uppleggi. Hjalgrím Elttør gjørdist leysur og smekkaði til, og málverjin megnaði ikki at halda bóltinum, sum hann annars hevði fingið fingrarnar í.

3-0 til NSÍ, og ballið var so mikið buðið, at heimaliðið síðstu løtuna skifti alla tað fremstu røðina út. NSÍ er væl við í kappingini um heiðursmerkini, meðan tað í løtuni er ivasamt, um sandoyingar fara at vera partur av bestu deildini í 2009. Miðvikudystur á útivølli er einki serlig fyritreyt, og tað verður neyvan úrslitið á útivølli, sum fer at gera av, um B71 skal spæla í fremstu ella næstfremstu røð komandi ár.

Tað kann vera, at sandoyarkrútið verður brúkt betri til aðrar og minni krevjandi uppgávur! Tað hevði kanska lagað seg øðrvísi, um royndin hjá Clayton Soares, tá ið støðan var 1-0, hevði átt betri lagnu, og Clayton var heldur ikki heppin, tá ið hann tjúgu minuttir undan leikloki hevði góða roynd, sum streyk framvið málinum.