Torbjørn og tøl

Tað er møtumikið at gera viðmerkingar til røður hjá Torbjørn Jacobsen, tí hann sum oftast droymir seg burtur í annan heim, millum hetjur og hugsjónarmenn, ið berjast ímóti afturhaldi og sviki.

 

Kristian Magnussen

løgtingsmaður

?????????????????



Tað er møtumikið at gera viðmerkingar til røður hjá Torbjørn Jacobsen, tí hann sum oftast droymir seg burtur í annan heim, millum hetjur og hugsjónarmenn, ið berjast ímóti afturhaldi og sviki.

Sum so var flaggdagsrøðan, ið hann helt í Sørvági í ár onki undantak. Og tó. Einastaðni í røðuni var hann ítøkiligur og røðaði um føroyska búskapin, ið sambært Torbjørn, var á markinum til at verða sjálvberandi. Hann segði m.a. ?Tað er ein sannroynd, at bara 8% av danska blokkstuðlinum komu inn í føroysku ringrásina, í árinum sum farið er.?

Nú veit eg ikki hvussu Torbjørn roknar prosentir, tá hann kann fáa uml. 50% at verða 8%. Nú eru vit í tí hepnu støðu at landskassaroknskapurin fyri 2000 longu er framlagdur og sambært roknskapinum var yvirskotið í 2000 475 mió, tá eisini avdrátturin uppá 127 mió av landskassans skuld til danska statskassan var goldin. Blokkstuðulin fyri 2000 var 973 mió og tá landskasssans yvirskot ?bert? var 475 mió, so merkir hetta at í øllum føri, at 498 mió av blokkstuðlinum vóru brúktar til at avhalda landskassans útreiðslur. Umroknað til % gevur hetta uml. 50% og ikki 8%. Hevur Tórbjørn rætt við sínum 8% so vóru bert 78 mió av blokkstuðlinum í 2000 nýttar til landskassans útreiðslur. Harumframt avhalda danir fyri smáar 300 mió í øðrum útreiðslum, til umsiting, løgreglu, krígspensiónir o.a., ið ikki er tikið við her.

Nú veit eg ikki um prosentini hjá Torbjørn eru tikin úr leysum lofti ella um hetta eru almenn tøl frá landsstýrinum. Haldi tó ikki at tey kunnu standa ósvaraði, tá tølini landskassaroknskapinum fyri 2000 eru til taks.

Eitt minstakrav til ein landsstýrismann má verða at hansara tøl eru eftirfarandi og at hann hevur nøkulunda skil á vanligari prosentrokning, annars mugu vit finna onkran ?gemenan bókhaldara? at veita honum eykaundirvísing.