Tordi at melda út at FM var málið í 2016

(Gullradio á Rás2) Hoyr samrøðuna, sum var við formannin í effonevndini hjá Víkingi, Ólav Thomsen í sendingini "Gullradio" á Rás2

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Ólav Thomsen, sum er formaður í effonevndini hjá Víkingi í sendingini "Gullradio" á Rás2. 

 

Tá víkingarnir koyrdu heim í bussum aftaná steypasigurin í 2015 var Ólavur Thomsen tann einasti, sum í beinleiðis sending á Rás2 meldaði út, at Víkingur skuldi verða FM-vinnari í 2016. Ólavur Thomsen fekk átalu frá onkrum í Víkingi, at hann hevði meldað so djarvt út.

 

Ólavur Thomsen er ovurfegin um, at málið eydnaðist, men hann viðgongur, at tað sá svart út, tá Víkingur í 23. umfari tapti 1-2 ímóti KÍ í Sarpugerði í Norðragøtu. Vanliga er Ólavur Thomsen róligur undan dystunum hjá Víkingi, men hann viðgongur, at hann var meir enn spentur uppundir alt avgerandi dystin úti í Vika á Argjum.

 

Ólavur Thomsen er upprunaliga tvørámaður og TB-ari, men tá verkætlanin Víkingur fór av bakkastokki í 2008 tók hann avgerð um at stuðla Víkingi hundrað prosent. Ólavur Thomsen er framvegis góður við Tvøroyri, men tað er í Eysturkommunu hann býr, og hevur konu og børn.