- Fyri nøkrum árum síðan hildu vit jól á Kuba, og tað var áhugavert. Annars verða jólini altíð hildin heima, og jólaaftan hjá okkum hevur ligið í fastari legu í mong ár.
Tað sigur kendi og fólkakæri útvarpsmaðurin, Tórður Mikkelsen.
- Vit fingu sonin Hanus í jólagávu fyri 37 árum síðan, og tí hevur føðingardagur verið hildin fyrrapart jólaaftan. Seinnapartin eru vit altíð til jólahald í Kringvarpinum, men aftur í ár forðar korona fyri tí.
Útvarpsmaðurin sigur, at seinnapartin jólaaftan var ætlanin at fara í kirkju, men nú er ikki vanlig kirkjugongd jólaaftan orsakað av koronu-støðuni. Jóladøgurðin, sum er dunna, verður etin, og síðan verða pakkarnir pakkaðir upp.
- Í ár verða vit fýra ættarlið saman jólaaftan, leggur hann aftrat.
Tórður Mikkelsen vísir á, at jóladagarnir annars liggja rættiliga fastir, sum hann tekur til. - Tá plaga vit at vitja familju og kenningar, og okkum dámar eisini væl at fáa vitjan, sigur útvarpsmaðurin, sum sjálvur ikki hevur nakað jólagávuynski í ár.
Tí, sum hann so lítillátin sigur:
- Eg eri glaður fyri allar gávur.
Jólini eru familjuhátíðin fram um aðrar, og tað er gott við føstum siðum, heldur Tórður Mikkelsen, sum vísir á, at honum dámar serliga væl at hoyra jólaevangeliið verða lisið í kirkjuni jólaaftanskvøld.
- Eg haldi, at myndirnar tá eru serliga klárar um tað, sum hendi í Betlehem jólanátt, og boðskapurin er tann sami á hvørjum ári: "Friður á jørð og í menniskjum góður tokki". Tú sært seyðamenninar fyri tær, og tá er hugtakandi at syngja: "Tað sótu seyðamenn á vakt", heldur hann fyri.
Í ár hevur útvarpsmaðurin fingið eina abbadóttir aftrat, og hetta er familjuni ein serlig gáva.
- Eisini var tað áhugavert at vitja í Suðurgrønlandi, og ikki minst at hitta viðingin, Mikkjal Sørensen, sum í 56 ár hevur búð einsamallur á einari oyggj har yviri, sigur Tórður Mikkelsen.
##med2##