Borgarstjórin á Eiði, Tordur Niclasen, stillar ikki upp til kommunuvalið í næsta mánað Eiðis kommuna skal hava nýgjan borgarstjóra aftan á valið 11. novembur, tí borgarstjórin seinastu árini, Tordur J. Niclasen, er ikki millum valevnini hesaferð.
Tveir listar eru til valið í Eiðis kommunu. Valevnini á lista A eru:
Kirstin Dam, heimahjálp, Kára Egilstrøð, námsfrøðingur, Alis Eidesgaard, eftirlitskvinna, Regin Ellingsgaard, lærari, Hans Hammer, bilstjóri, Nomi Høghamar, námsfrøðingur, Annvør Jacobsen, stjóri, Hans Jákup D. Johansen, stjóri, Jógvan K. Mørkøre, loranteknikari, Helfrid Poulsen, deildarleiðari og Jón Sólsker, træsmiður.
Á lista B eru valevnini Annika Egholm, húsmóðir, Thorleif Eiðisgarð, stýrimaður, Guðrun Ejdesgaard, skrivstovukvinna, Katrin Haraldsen, vinnurekandi, Katrin Højsted, lærari, Jóhan K. Joensen, stjóri, Tom Joensen, fyrstilærari, Anfinnur Kruse, byggimeistari, Jens Pauli G. Nolsøe, varaskúlastjóri og Rólant Poulsen, skipari.