Torført at meta um stovnin av villum laksi

– Av tí at villur laksur ikki er ein felags stovnur, men heldur er laksur, sum stavar úr ymisku áunum, sum renna út í Norðuratlantshavið, so kann verða torført at gera eina stovnsmeting

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinnu, sum hevur sett landsstýrismanninum ein grein 52a fyrispurning um málið. Hon spurdi soleiðis:

1. Hevur landsstýrismaðurin sett í verk royndir, saman við Havstovuni, at fáa til vega upplýsingar og vitan um laksin í føroyskum sjóøki?

2. Nær væntar landsstýrismaðurin at kanningar fara í gongd?

3. Kann landsstýrismaðurin meta um, nær eitt úrslit verður tøkt?

Í svarinum vísir landsstýrismaðurin á eitt svar, hann gav Johan Dahl í skrivligum fyrispurningi, har millum annað var sagt, at av tí at villur laksur ikki er ein felags stovnur, men heldur er laksur, sum stavar úr ymisku áunum, sum renna út í Norðuratlantshavið, so kann verða torført at gera eina stovnsmeting. Vísandi til hetta sigur landsstýrismaðurin, at tað ikki eru ítøkiligar ætlanir um at fara undir tílíkt royndarvirksemi.

– Hinvegin kann nevnast, at landsstýrismaðurin hevur boðið umboðum frá Føroya Sílaveiðifelag at koma á fund at greiða frá verkætlan, sum er í umbúna. Verkætlanin hevur til endamáls at endurreisa villlaksin í Føroyum.

Føroya Sílaveiðifelag arbeiðir fyri at skapa trivnaðarvirksemi í føroysku náttúruni og at varðveita og nøra um føroysku sílini og villlaksin, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.