Kendi veðurmaðurin á DR, Jesper Theilgaard, fer at gera sínar metingar av broytingunum í veðurlagnum – leygardagin í Miðhøllini á Skúlatrøð.
Veðurlagið er í broytingum – ikki bert í ávísum støðum, men um allan heimin. Hetta kemst av broytingum í orkujavnvágini í atmosferuni kring jørðina.
- Tó at hetta kann ljóða fløkt og torskilt, so er hetta í veruleikanum rættiliga einkult, og hesum fari eg at greiða frá í mínum fyrilestri, sigur Jesper Theilgaard.
Avleiðingarnar av hesum eru stórar, eisini fyri Føroyar. Tó heldur danski veðurserfrøðingurin, at tað er torført at spáa heilt neyvt fyri Føroyar, tí oyggjarnar liggja fyri seg sjálvar á víðum havi. Tó er greitt, at lágtrýstini far at broytast, bæði í styrki og ferðamynstri, og hetta fer at elva til broytingar.
- Hetta fer eisini at hanga saman við broytingunum vindskipanunum í atmosferuni – ikki minst í jettstreymunum, har tann eini ofta liggur yvir Føroyum.
- Eitt annað, sum hevur stórt árin á veðurlagið í og við Føroyar, er hitalagið í sjónum og serliga í havstreymunum. Hendir nakað við hesum viðurskiftum, fer tað at ávirka her um leiðir – ikki minst fiskaríið, sigur Jesper Theilgaard.
Havfrøðingurin, Bogi Hansen, hevur granskað á hesum øki í mong ár. Hann fer at halda fyrilesturin: Streymurin kring Føroyar og veðurlagið ta komandi øldina.
Triði fyrilestrarhaldarin er Terji Nielsen, verkætlanarleiðari hjá SEV, sum fer at greiða stutt frá, hvørjum orkukeldum hugt verður at, og í hvønn mun veðrið kann ávirka elframleiðsluna hjá SEV.
Samanlagt ein áhugaverd skrá um eitt sera týdningarmikið evni leygardagin á Torradøgunum í miðhøllini á Skúlatrøð kl. 15:00, har 17 Sangarar leggja fyri við trimum sangum.