Torkil Veyhe kom fyrstur á mál uppi á Sornfelli við tíðini tríggir tímar, 28 minuttir og 23 sekund, og var hann næstan tveir minuttir framman fyri næsta mann, sum var Bjarke Vodder Nielsen, og góðar tveir minuttir framman fyri Helga Winther Olsen á triðja plássi.
Teinurin í dag var úr Havn og norður á Eiðisskarð, inn ígjøgnum Funningsfjørð og so ígjøgnum Norðskálatunnilin og norður til Kollafjarðar, haðani leiðin gekk niðan á Sornfelli, har málið var.
Hjá teimum eldru endaði Gunnar Dahl-Olsen framman fyri Sverra Mohr Edvinsson og Boga Kristiansen, og hjá kvinnunum á fulla teininum hevði Lisette Rosenbeck munin á Súsannu Skylv.
Søren-Hjalte Steinhólm vann aftur í dag hjá unglingunum, ið súkklaðu 60 kilometrar, tí teir vendu í Hósvík, og var hann framman fyri Rúnar Bogason og Tór Thorleifsson. Og hjá kvinnum á styttra teininum var Elsa Berg vinnari.
Og at enda hjá motionistunum vann Andras Joensen framman fyri Jan Bo Petersen og Hanus Debes Joensen.
Í morgin verður farið til Sands, har tíðarkoyring er á skránni á tí vanliga strekkinum, sum tó hesa ferð verður súkklað dupult so ofta, so teinurin tilsamans verður 36 kilometrar. Byrjað verður klokkan 17.30 á Effostøðini á Sandi.