Torkil styrkti um leiðsluna

Í morgun hava súkklararnir í Effo Kring Føroyar aftur verið á vegunum, og hesa ferð var talan um tíðarkoyring í Havn á einum 17 kilometra teini, sum byrjaði og endaði á Vaglinum.

 

Torkil Veyhe, sum í gjár leyp undan øllum hinum, styrkti sær um leiðsluna í morgun, tá hann brúkti stytstu tíðina, 27:20 minuttir. Gunnar Dahl-Olsen var 21 sekund aftan fyri hann og Guðmundur Joensen 41 sekund aftanfyri.

 

Hjá unglingunum var Tummas Óli Olsen væl skjótastur triðja teinin á rað, framman fyri Bartal Dam Gregoriussen og Paula Jacobsen. Í masterbólkinum var Aksel Haraldsen 47 sekund framman fyri Evald Rasmussen.

 

Seinnapartin klokkan 17.30 verður so seinasti teinurin á hesum sinni, sum eisini verður súkklaður í Havnini. Tá er talan um ein 37 kilometra langan tein við býarsúkkling við fimm størri umførum og so fimm smærri, og byrjað og endað verður við Effo-støðina í Gundadali.