Torres er klárur til Inter brakið

Fernando Torres, ið er toppskjúttin hjá Liverpool higartil, var ikki við, tá Liverpool spældu 0-0 javnleik móti Chelsea í síðsta vikuskifti. Hann hevði ein skaða at dragast við, og tann fekk hann í landsdysti fyri Spania.

 

Men nú bender alt á, at Torres er vorðin frískur aftur, og venjarin Rafael Benitez hevur verið í fjølmiðjunum og tosað um, at Torres er klárur til dystin móti Inter í næstu viku. Hann verður kanska eisini klárur til dystin um vikuskiftið, tá Liverpool skal spæla í fimta umfari av FA Cup móti Barnsley, heima á Anfeild leikvøllinum.

 

- Torres verður klárur til Inter dystin, men til Barnsley dystin, tað mugu vit kanna nærri, áðrenn vit kunnu siga nakað nærri um tað, sigur Liverpool venjarin, Rafael Benitez fyri heimasíðu felagsins.

 

Benitez hevur eisini fingið gleðisboð, um at defensiva trio-in, Sami Hyypiä, Alvaro Arbeloa og Fabio Aurelio, allir eru byrjaðir at venja aftur. Benitez hevur lovað at seta eina sterka uppseting til FA Cup dystin, og tískil frøðir tað hann, at hann hevur fleiri streingir at spæla við, nú teir skaddu leikararnar eru komnir aftur.

 

- Eg verði noyddur at hugsa um báðar dystirnar, men eg eri greiður yvir, at tað hevur týdning, at koma víðari í steypakappingini, sigur Benitez, og ásannar, at tað fer at vera spurningurin, um man fer at satsa ella ikki.