Chelsea skipaði fyri løtu síðan fyri tíðindafundi, har endamálið var at presentera Fernando Torres fyri fjølmiðlunum. Spanski framherjin forkláraði eisini, hví hann valdi at skifta frá Liverpool til Chelsea.
- Nógv er broytt seinasta árið. Eg haldi, at Liverpool hevur sett sær høg mál, og teir gera tingini á rættan hátt, men tað kemur at taka tíð. Eg havi ikki so nógva tíð, sigur Fernando Torres.
Tað kom illa við, tá heimsmeistarin læt inn umbøn um at blíva seldur, tríggjar dagar áðrenn flytingarvindeygað læt aftur.
- Eg havi bara gott at bera fólkinum í Liverpool. Tey gjørdu, at eg kendi meg væl í Liverpool tey 3 ½ árini, eg var har. Eg skilji væl, at viðhaldsfólkini eru ill og ikki skilja mína avgerð. Kanska eg um nakrar dagar ella vikur fari at greiða frá míni avgerð nærri, sigur Fernando Torres.
Fernando Torres byrjaði sína yrkisleið sum fótbóltsspælari í Atletico Madrid.
- Tá eg var í Atletico Madrid, skilti eg ikki, hví fleiri av lyklaspælarinum valdu at skifta felag. Eg biði ikki Liverpool viðhaldsfólkini skilja meg, men við tíðini síggja tey kanska, hvat eg havi gjørt, sigur Fernando Torres.
Fyrsti dysturin hjá Fernando Torres verður sunnudagin, og sjálvandi er tann dysturin móti júst Liverpool.
- Um eg skori, so so vænti eg ikki, at eg fari at gleðast sjónliga, tí eg havi enn stóra virðing fyri Liverpool viðhaldsfólkunum, sigur Fernando Torres.
Dysturin millum Chelsea og Liverpool verður sunnudagin klokkan 16:00.