Tórshavn Marathon 2024 verður 9. juni

Ætlar tú tær at renna í Havn í summar? Tilmeldingargjaldið fer upp 4. apríl, so tað er nú tú skalt melda til, um tú ikki longu hevur gjørt tað

Tilmeldingin fer fram á heimasíðu okkara torshavnmarathon.com, har tú eisini sært meira kunning um tiltakið. 

Tórshavn marathon verður sunnudagin 9. juni 2024 kl 13 og tá fara vit øll aftur at renna ella ganga. 

Tú kanst sjálvandi renna eitt heilt marathon, men um tú ikki heldur teg til, kanst tú renna eitt hálvt marathon, 10,5 ella 5 km.

Aftur hesaferð verður møguligt at ganga eitt hálvt marathon.

 

##med2##

Tá tú meldar til at ganga, stuðlar tú við 100 kr, sum fara beinleiðis til Parkinsonfelagið, Heilafelagið og Alzheimerfelagið. Til ber eisini at lata pengar til feløgini, tá tú meldar til hinar teinarnar. 

##med3##

 

Fylg okkum á 

Facebook: Tórshavn marathon

Instagram: torshavnmarathon

Vit síggjast í summar.

Tórshavn Marathon