Tórshavnar Býráð á sjarmuferð til Danmarkar

Allir býráðslimir eru ikki fegnir um, at skattgjaldarin í Havn skal rinda fyri eina sjarmuferð á Frigg festivalin í Keypmannahavn

 

Í vár fer Tórshavnar býráð eina sjarmuferð til Keypmannahavnar.

 

Tað verður, tá ið Frigg festivalurin verður í Keypmannahavn í døgunum 9. og 10. mai.

 

Friggfstivalurin hevur søkt Tórhavnar kommunu um ”stuðul ella samstarv”  á Friggfestivalinum við tónleikarum og listafólkum úr Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Danmark.

 

Tey, sum fyrireika Frigg hava skotið upp, at, Tórshavnar kommuna hevur ein kunningarbás á festivalinum og sostatt gerst partur av tiltakinum.

 

Fyri básin skal kommunan rinda 50.000 krónur.

 

Somuleiðis skutu fyrireikararnir upp at Tórshavnar kommuna rindaði einum tónleikabólki 25.000 krónur fyri at umboða kommununa á Frigg Festivalinum.

 

Fyrireikararnir siga, at útreiðslurnar til festivalin eru mettar til 2.410.000 krónur og inntøkurnar eru mettar til 2.470.000 krónur, tá ið stuðul  og samstarvsavtalur er talt við.

 

Mentanarnevndin hjá Býráðnum vildi ikki stuðla tiltakinum.

 

Men Fíggjarnevndin hjá býráðnum gjørdi kortini av at játta 50.000 krónur at brúka uppá Frigg festivalin.

 

Men tað vóru ikki allir býráðslimir, sum vóru so fegnir um mannagongdina.

 

Bogi Andreasen vildi hava málið til umrøðu í býráðnum, tí hann helt, at tað var ein óskikkur, at fíggjarnevndin hevði yvirtrumfað mentanarnevndina.

 

- Tað hendi alt ov ofta, og tað vildi hann ikki góðtaka.

 

Men tað hildu bæði borgarstjórin, og aðrir býráðslimir, var heilt við síðurnar av.

 

Tey søgdu, at talan er ikki um ein stuðul til eitt mentanarligt tiltak, men um eitt kunnandi átak hjá kommununi.

 

Tá ið málið varð umrøtt á býráðsfundi í gjárkvøldið, hevði tað nevniliga avgerandi týdning fyri býráðslimir at fáa staðfest, at talan var altso ikki um stuðul til Friggfestivalin.

 

Talan er tvørtur ímóti um at hava eina bás til at marknaðarføra kommununa við í eini roynd at lokka útisetar at flyta heimaftur.

 

Víst varð eisini á, at umboðini fyri Tórshavnar Býráð skuldi eisini hitta yvirborgarstjóran í Keypmannahavn.

 

Men tað eru summir býráðslimir alt annað enn fegnir um.

 

Víst var á, at Frigg Festivalurin hevur longu fingið 60.000 krónur í stuðuli frá grunninum Vestnordisk hovedstadsfond Nuuk, Reykjavík og Tórshavn.

 

So tey vístu á, at tað var undarligt, at Tórshavnar Býráð skuldi brúka enn meiri pening upp á festivalin.

 

Víst var á, at tá ið ferðing, gisting og aðrar útreiðslur vórðu taldar við, fer hetta at kosta kommununi einar 200.00 krónur.

 

Og tey ivaðust í, um ein básur á Frigg festivalinum verður tað, sum fer at lokka nakran heimaftur.

 

- Býráðið skuldi heldur hugsað um at havt eitt grundstykki at bjóða teimum útisetum, sum umhugsa at flyta heimaftur, sum onkur turrisliga tók til.

 

Onkur annar helt líka speiskliga fyri, at helst fer tað at lokka ungar kvinnur í hópatali at flyta heim aftur at síggja limirnir í fíggjarnevndini hjá Tórshavnar Býráð standa í einum bási á Frigg festivalinum.