– Eg vil hava at vita, hvat hvør einstakur býráðslimur í Havn heldur um hetta, og tí havi eg kravt tað fyri býráðið, sigur Kári Johansen, býráðslimur í Havn, sum seinasta valskeiðið hevur verið formaður í SEV stýrinnum, men sum fer frá á fundinum í morgin, tí hann er ikki longur partur av meirilutanum í Tórshavnar kommunu.
Kári Johansen heldur, at uppskotið um nýggjan bygna, har seks borgarstjóra uttan fyri Havnina og ein býráðslimur í Havn skulu sita í stýrinum er viðkvæmt fyri Havnina.
– Eg føli, at Havnin kemur at standa veikari, sigur Kári Johansen, sum heldur, at skulu tað vera borgarstjórar úr hinum kommununum í stýrinum, so má tað eisini vera borgarstjórinn í Havn, sum skal sita har. Men hann heldur tað ikki vera rætta mátan og vísir á, at somu persónar kunnu tá koma at sita báðu megin borðið.
Men at fáa serfrøði inn í nevndina, tað dámar honum væl.
– Har haldi eg, at øll eru samd um, at tað er skilagott at fáa serfrøði uppí, sigur hann.
Kári Johansen heldur tað eisini vera óheppið fyri Havnina, at borgarstjórar uttan fyri Havnina fara at vera so nógv uppi í arbeiðinum. Hann vísir á, at Havnin og SEV eiga til dømis hvør sína helvt at Fjarhitafelagnum – og at tað er ein afturvendandi spurningur á aðalfundinum hjá SEV, hví SEV skal eiga í einum fjarhitafelag í Havn.
– Vit kunnu tá koma at sleppa 5.000 havnarborgarum upp á fjall, um vit seta Fjarhitafelagið í vanda, um tað verður mótarbeitt fjarhitafelagnum.
Tað erin bólkur við fimm borgarstjórum og nevndarformanninum í SEV hava arbeitt við framtíðar bygnaðinum í SEV.
Sambært skránni fyri býráðsfundin í Havn í dag, so er hetta gjørt við støði í einum ynski um at knýta felagið tættari at eigaranum og at fáa eina dygga serfrøði inn í nevndina, sum saman við eigarunum kann seta røttu kósina fyri felagið.
Bólkurin hevur viðgjørt fleiri møguleikar og eisini fingið sær uttanhýsis ráðgeving. Bólkurin er fyribils komin fram til hesar niðurstøður viðvíkjandi bygnaði og vali av nevnd.
Nevndin:
• Farið verður frá verandi máta at velja nevnd.
• Sambandið til eigararnar verður styrkt við tað, at tað verða borgarstjórarnir í Tórshavnar kommunu og størstu kommununum í sýslunum, sum sita í nevndini. Hesi verða 7 í tali. Berst hesum frá at møta, verða tað ávikavist varaborgarstjórin í Tórshavnar kommunu og borgarstjórin í næststørstu kommununi í sýsluni, sum møta.
• Somuleiðis verða 1-3 serfrøðingur/-ar valdir í nevndina. Fyri at stuðla undir professionaliseringina av nevndini verða forfólk og næstforfólk vald millum serfrøðingarnar.
• Borgarstjórarnir verða samsýndir við vanligum fundarpeningi (ongin føst samsýning), meðan serlig samsýningarskipan verður fyri serfrøðingarnar.
Bólkurin metir harumframt, at ein fyrsta uppgáva hjá nýggju nevndini verður at seta út í kortið fyri felagið. Ein partur av hesum eigur at vera at gera uppskot til dagførdar viðtøkur fyri felagið, sum hóska til tað, sum SEV er og skal vera framyvir.
Við støði í hesum heitir bólkurin á borgarstjórarnar at umhugsa ein leiðslubygnað, sum yvirskipað verður broyttur sum nevnt omanfyri.
Ætlanin er at umrøða málið á borgarstjórafundi í august. Tá er eisini ætlanin, at endaliga uppskotið til viðtøkubroytingar fyriliggur, sum vónandi kann leggjast fyri ein eyka aðalfund í SEV í september mánaði.
Býráðið fær við hesum høvi at viðmerkja uppskotið til víðari viðgerð.
Kommunustjórin mælir til at umrøða málið um broytingar í leiðslubygnaðinum i SEV. Býráðsfundur 03. juli 2024: Málið umrøtt.
Ískoyti:
Borgarstjórin ynskir býráðið at umrøða uppskotið til viðtøkubroytingar í SEV sum grundarlag fyri, at uppskotið verður lagt fyri aðalfund í SEV.
Býráðsfundur fyri læstum hurðum 30. januar 2025: Málið umrøtt. Ískoyti:
Kári Johansen biður um at fáa málið á skrá til fyrst komandi almennan býráðsfund til atkvøðugreiðslu. Í stuttum leggur uppskotið upp til hesar broytingar:
- - Politiska umboðanin: Uttanfyri TK verður farið frá verandi siðvenju við at velja kommunustýrislimir sum nevndarlimir. Tey seks økini uttanfyri TK skulu framyvir velja ein borgarstjóra í økinum. Í TK skal borgarstjórin ella ein kommunustýrislimur frameftir veljast í nevndina. Eigaraumboðanin í nevndini verður tískil 6 borgarstjórar og 1 umboð frá TK, sum kann vera borgarstjóri ella vanligur kommunustýrislimur.
- - Serfrøðingarnir – val: Í minsta lagi 2 og í mesta lagi 3 serfrøðingar skulu veljast í nevndina. Tilnevningartilgongdin verður skipað av Kommunufelagnum, sum fær til uppgávu at gera tilmæli um, hvørjir serfrøðingarnir skulu vera. Borgarstjórafundurin í Kommunufelagnum tilnevnir síðani serfrøðingarnar.
- - Serfrøðingarnir – førleikar: Krøv verða í viðtøkunum sett til fakligu og verkligu førleikarnar hjá serfrøðingunum. Tilnevningin er tí ikki frí, men bundin av nøkrum kørmum í viðtøkunum. Starvstíðin hjá serfrøðingunum verður í útgangsstøðinum avmarkað til tvey skeið, men kann verða longri, um kvalifiseraður meiriluti er fyri hesum.
- - Samsýningar: Kommunufelagið ger tilmæli um samsýning til nevndina innanfyri viðtøkuásettar karmar. Fyri økisvaldu umboðini skal mann halda seg til reglur og venjur innan tað almenna. Serfrøðingarnir verða hinvegin samsýntir eftir øðrum og meiri marknaðargrundaðum leisti.
- - Formansskapur: Ein borgarstjóri/kommunustýrislimur verður formaður í SEV, og ein serfrøðingur verður næstformaður. Nevndin skipar seg annars sjálv eins og í dag.
- Forskotin starvstíð: Starvstíðin hjá nevndini verður forskotin. Politikararnir fylgja 4-ára kommunuvalskeiðinum, og serfrøðingarnir sita 4 ár rundan um eitt kommunuvalskeið.
- - Talgilt samskifti: Nevndin fær heimild at áseta felagsins reglur um talgilt samskifti. Endamálið er millum annað at loyva fult talgildum samskifti so hvørt sum tað verður mett neyðugt ella hóskandi. Til dømis kann nevndin gera av, at aðalfundarinnkallingar einans verða sendar limakommununum í talgildum líki. Mett verður, at heimildin eigur at vera breið og smidlig, soleiðis at viðtøkurnar ikki eru til hindurs fyri, at felagið kann fylgja talgildu menningini í samfelagnum.
- - Fylgibroytingar av broyttari nevndarstødd: Talið av nevndarlimum verður økt úr 7 upp í eina skiftandi stødd upp á 9-10. Hetta skeiklar javnvágina í nøkrum av verandi ásetingum um, hvussu nógvir nevndarlimir skulu vera til staðar ella taka undir við ávísum viðurskiftum.
Tað snýr seg ítøkiliga um, hvussu nógvir nevndarlimir kunnu krevja aðalfund (§ 3, stk. 8), nær nevndin er viðtøkufør á fundi (§ 4, stk. 7), og hvussu nógvir nevndarlimir kunnu krevja nevndarmál lagt fyri aðalfundin (§ 4, stk. 8).
Roynt er so vítt gjørligt at varðveita somu javnvág, sum er í galdandi viðtøkum, tó at tað er trupult at gera fult út, tá ið farið verður yvir til nevnd við broytiligari stødd.
Uppskotsstillararnir mæla somuleiðis til, at sami aðalfundur áleggur nývaldu nevndini innan 2 ár at koma við uppskoti til nýggjar viðtøkur fyri felagið. Freistin er ásett, soleiðis at nevndin fyrstu tíðina fær stundir at hugsavna seg um kjarnuvirksemið hjá felagnum og gera sær tær royndir, sum eru neyðugar til tess at orða uppskot til nýggjar viðtøkur.