Arbeitt verður av fullari meg við útbyggingini av tjóðarvølli okkara, Tórsvølli. Nýggi FSF-bygningurin við suðurendan av Tórsvølli stendur eftir ætlan liðugur beint eftir summarfrítíðina.
Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Tá ið føroyska A-landsliðið fyrst í september fer undir nýggju EM-undankappingina, verður tað við einum heimadysti móti Finnlandi. Hesin dystur verður 7. september, og tá er ætlanin, at suðurendin skal standa liðugur. Tað merkir, at 900 nýggj sitipláss eru við suðurendan tá, og at hesi koma at verða undir taki sum tey fyrstu á Tórsvølli.
Arbeiðið at byggja nýggja FSF-bygningin er bert eitt av fleiri byggistigum í umfatandi útbyggingini og menningini av Tórsvølli.
Undan FSF-bygninginum er graslíkið lagt á vøllin, og stásiligu ljósmastrarnar eru komnar. Tá ið so arbeiðið við nýggja bygninginum verður liðugt seint í summar, verður farið undir næsta byggistig. Tað fevnir um eystaru síðu av vøllinum, har tak skal leggjast yvir áskoðaraplássini, og har aðrir hentleikar væntandi eisini verða gjørdir.
Stigvíst verður Tórsvøllur soleiðis mentur til ein leikvøll í hægsta altjóða flokki.
Tórshavnar kommuna tók yvir Tórsvøll í 2008 og gjørdi norðara enda á Tórsvølli samstundis, sum fimleikabygningurin Fimi varð reistur har í 2010. Tórshavnar kommuna og FSF eru í felag um langtíðarætlanirnar við Tórsvølli.