Tosa ikki bert um vegaføringar í Leirvík

Hóast nógva tosið um, hvør vegaføring er tann besta fyri leirvíkingar, er eisini tíð at tosa um vegaforðingar og ferðslutrygd í bygdini. Nú skal okkurt gerast við vegin fram við Toftanesi

Leirvík: Týsdagin skulu leirvíkingar taka støðu til, hvørja vegaføring tey ynskja í bygdini.

Fyri tey er hetta eitt stórmál, men tey smærru málini innan ferðslutrygd verða kortini ikki gloymt av hesi orsøk.

Niðri í bygdini liggur eitt vegastrekki, sum áður varð nógv nýtt hjá teimum ið skuldu við ferjuni til Klaksvíkar.

Síðani ferjulegan varð flutt norðureftir, er ferðslan sjálvandi minkað her, og tað er hetta sum fleiri av íbúgvunum framvið vegnum á Toftanesi hava ynskt at gera nakað við.

Tey hava verið vitni til og havt ampa av skjótu og skilaleysu ferðsluni, og hugsa ikki minst um vandan hjá børnum, sum ganga framvið vegastrekkinum.

Tá so fólk fóru til verka at savna inn undirskriftir, varð skjótt at flestu av íbúgvunum høvdu skrivað undir eina áheitan um tryggari ferðslu.


Skjót avgerð

Í eina tíð hava tey savnað inn undirskriftir við eini áheitan á bygdarráðið um at gera sítt til at ferðslan eftir hesum vegastrekkinum kann gerast tryggari. Tey hava áður verið vitni til at bilur eru farin útav vegnum og oman í fjøruna. Slíkar hendingar ynskja tey at sleppa undan í framtíðini.

Stig vórðu tí tikin til eina áheitan á bygdarráðið við stuttu lýsingini:

»Áheitan um vegaforðingar á vegin við Toftanes«.

Ikki kann sigast annað, enn at bygdarráðið tók hetta málið í størsta álvara og fekk skjótt tikið málið til viðgerð: Áheitanin varð handað bygdarráðnum 2. juni í ár, og longu fýra vikur seinni varð avgerð tikin í málinum.

Hetta hendi á fundi mánakvøldið í hesi vikuni. Tekniska nevndin tók fyrst undir við áheitanini frá borgarunum um vegaforðingar, og síðani avgjørdi bygdarráðið at fylgja hesi avgerðini.

Frammanundan hevur umsitingin havt fundir við millum annað sýslumannin og ferðslunevndina, har tey hava hugt eftir økinum fyri at vita, hvør er besta loysnin fyri tryggari ferðslu.

Í næstum verður so farið undir at fremja hesa avgerðina í verki.