Í kvøld fóru FC Suðuroy og 07 Vestur í summarfrí. Innanhýsis uppgerðin millum hesi bæði feløgini, sum eru tyngd av hóttanini av at flyta niður, endaði við 4-3 heimasigri á Vágseiði. Hetta er triðja ferðin í ár, at FC Suðuroy vinnur fulla úrtøku, og hetta er onnur ferðin í ár, at FC Suðuroy vinnur fulla úrtøku ímóti 07 Vestur. Fyrra ferðin var í fimta umfari, tá ið suðuroyingarnir vunnu 2-1 á Dungasandi í Sørvági.
Triði sigurin síðani uppflytingina vann FC Suðuroy á heimavølli ímóti TB. Tá var úrslitið 1-0.
Úrslitið í dag ber við sær, at FC Suðuroy hevur 9 stig, meðan 07 Vestur og TB hava 7 stig.
Tað hevur gingið striltið við málskjótingini fyrr í ár, og FC Suðuroy hevur ongantíð fyrr í ár skorað fleiri enn tvey mál. Tað gjørdi FC Suðuroy eitt nú í heimadystinum ímóti B36, sum koppaði øllum á høvdið og vann 3-2. Tað kendist sum stórt vónbrot.
-Eg eri fegin um, at vit megnaðu at svara aftur, hóast 07 Vestur legði seg á odda eftir 20 minuttir, tá ið Mikkel Elbæk Jakobsen skoraði. Fýra minuttir undan steðginum javnaðu vit eftir horna og útfrá. Olaf Godtfred smekkaði til, og tað var góð kensla, tá ið Dánjal Godtfred setti fótin undir bóltin, sum fór í netið.
Tað sigur Pól Thorsteinsson, sum saman við Palla Augustinussen hevur ábyrgdina av FC Suðuroy liðnum.
Fríði Holm átti uppleggið, tá ið Eliasu Champang smáar tíggju minuttir eftir steðgin legði heimaliðið á odda. Hetta var aðru ferð í ár, at Eliasu Champang, sum hevur verið skaðadarvaður, var málskjútti. Fyrra ferðin var, tá ið FC Suðuroy vann 2-1 í Sørvági.
Í 67. minutti var tað Fríði Holm, sum økti um munin til 3-1. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var málskjútti í fremstu deildini.
Spenningur kveiktist av nýggjum tá ið Nicolai Dohn eitt korter undan leikloki minkaði um munin til 3-2. Miðvallarin Filip Drinic átti uppleggið. Hetta var aðru ferð í ár, at Nicolai Dohn var málskjútti.
So spenti 07 Vestur álopsbogan, og hann brast. Tað var innskifti Teit Hjelm, sum rann einsamallur ímóti málverjanum og setti bóltin framvið Ara í Haraldstovu Petersen. Teit hevur skorað trý mál í bestu deildini. Annað av hinum var í 2-1 sigrinum í Sørvági.
-Tað hevur stóran týdning, at vit eru omanfyri strikuna. Tað hava vit verið eftir flestu umførini. Hóast vit hava tapt nógvar dystir, so er lagið í hópinum gott, og aftur í dag var hugburðurin góður. Í morgin hava vit frí, og so fara vit av álvara at fyrireika okkum til ellivu tey seinastu umførini. Málið er at varðveita plássið í bestu deildini, og tað er hugaligt at fara í summarfrí við sigri, sigur Pól Thorsteinsson.
Fyrsti dystur hjá FC Suðuroy verður sunnudagin 3. august, tá ið HB verður gestur á Vágseiði.
Hjá 07 Vestur kennist tað tungt. Vágaliðið hevur sjey stig og er undir niðurflytingarstrikuni. Serliga meint kennist tað, at liðið nú hevur tapt tvær ferðir ímóti FC Suðuroy.
Michael Schjønberg hevur havt ábyrgdina í fimm dystum, og í fýra er tað endað við tapi. Einasti sigurin var 5-0 sigurin á heimavølli tann dagin, tá ið Sigtór A. Petersen hevði ábyrgdina.
Næsti dystur hjá 07 Vestur verður leygardagin 2. august, tá ið Víkingur verður gestur á Dungasandi.