Fartelefoni hevur rættiliga vundið uppá seg seinastu tíðina, og støðan í Føroyum líkist alt meira teimum í hinum Norðurlondunum, sum hava eitt tað størsta talið av fartelefonum fyri hvønn íbúgva. Nú taka tey ungu eisini við nðggja møguleikanum, og skúlarnir hava fingið ein nýggjan trupulleika.
Føroya Tele hevur við einum nýggjum átaki lagt seg eftir teimum yngru brúkarunum. Ætlanin er at veita teimum møguleikan at hava fartelefon uttan fáa ovurstórar telefonrokningar, tá mánaðurin er at enda komin.
Føroya Tele Tíð verður tað nevnt. Hetta er eitt hald, har brúkarin leggur peningin á borðið, áðrenn tosað verður. Brúkarin fær eitt kort, sum gevur møguleika at tosa fyri nakrar hundrað krónur í senn, áðrenn nýtt má keypast. Um ein hevur vanligt hald, sendir telefonverkið eina rokning hvønn mánað. Tað er heldur ikki óvanligt, at ung hava vanligt hald.
Ætlanin er at fáa fleiri yngri brúkarar. Hetta gevur foreldrum møguleikan at hava tamarhald á n?tsluni hjá børnunum. Fleiri foreldur velja at keypa børnunum fartelefon, og tá er best at keypa kort, so børnini ikki misnýta telefonina.
Selja mest til ung
80% av teimum, sum hava fingið sær eitt Føroya Tele Tíð hald, eru ungdómar. Mest vanligt er, at tey sjálv seta eitt hald á stovn, og stýra nýtsluni sjálv. Hini haldini eru ofta til húski, sum hava eitt hald frammanundan.
- Vit hava eina kenslu av, at tey ungu mest nýta telefonina til at senda boð við og at verða tøk, so onnur altíð kunnu fáa fatur á einum. Tað er tó torført at meta um, hvussu nógv tey ungu brúka til fartelefonina, sigur Jónhild Rasmussen, sum er tænastumennari á Føroya Tele.
Fyri at marknaðarføra tað nýggja haldið við korti, hevur Føroya Tele gjørt av, at skrivlig bo? ikki kosta nakað ta fyrstu tíðina. 1. november verður hetta tó broytt, og tá fer tað at kosta hálvaaðru krónu at senda eitt sms. Hetta hevur eisini verið gjørt, tí at Føroya Tele hevur roynt eina nýggja sms-støð í Føroyum. Í november fara øll føroysk sms um hesa stø?ina.
Trupulleiki á skúlunum
Føroysku fólkaskúlarnir eru eisini farnir at merkja nýggja átakið hjá Føroya Tele, sum hevur til endamáls at fáa fatur á yngri brúkarunum, sum í framtíðini eisini kunnu gerast góðir kundar. Hetta er tað sama, sum telefyritøkurnar í Danmark hava gjørt, og tað er eftir øllum at døma eydnast sera væl niðri á flatlondum og í hinum Norðurlondunum við. Finnland og Ísland eru tey londini, sum hava lutfalsliga størst tal av fartelefonum í heiminum.
Símun Abrahamsen, varaskúlastjóri á Argja skúla, sigur, at tey á skúlanum hava merkt trupulleikan, og at hann er vaksandi.
- Fyri ta? fyrsta er tað ein kapping millum næmingarnar at hava tað flottastu og bestu telefonina, sigur Símun.
Marknaðurin av fartelefonum í Føroyum er enn sera stórur hjá fyritøkum, sum selja fartelefonir. Av Føroya Tele verður sagt, at tey selja fleiri fartelefonir enn fyrr, og hvønn dag leggjast fleiri haldarar afturat.
- So er ta? eisini eitt ítriv í sær sjálvum at senda sms ella stutt skrivlig bo? sínámillum, sigur Símun Abrahamsen.
Varaskúlastjórin metir tó ikki, at telefonirnar verða nógv nýttar í tímunum, men tað er kanska meira tí, at lærararnir ansa væl eftir, at næmingarnir ikki sita og skriva við telefonini ístaðin fyri við blýantinum. Har hevur skúlin ta stø?u, at fartelefonin er bannað í tímunum. Men næmingar eru næmingar, og tað eru óivað fleiri, sum fjasast við telefonini undir borðinum.
Sama fyribrigdi er eisini á øðrum skúlum. Jógvan Martin Mørk, varaskúlastjóri á Eysturskúlanum, sigur, tey merkja eisini tað sama.
- Fartelefonirnar eru komnar í skúlan fyri at vera, og vit mugu tí royna at hava tamarhald á nýtsluni. Her hava vit tann politikk, at um næmingarnir verða fangaðir í at brúka fartelefonina í tímanum, verður hon tikin, og foreldrini mugu seta seg í samband við okkum fyri at fáa hana aftur. Hetta merkir, at børnini sjálv mugu fortelja heima, hví telefonin er tikin, sigur Jógvan Martin Mørk.
Hesar reglur hava verið galdandi, síðan skúlaárið byrjaði, og onkur er tikin á búri og hava veri? noydd at lata telefonina frá sær.
Á minni plássum er nýtslan millum næmingarnar í fólkaskúlanum eisini økt. Richard Johansen, skúlastjóri á Stranda skúla, sigur tó, at trupulleikar hava ikki verið í tímunum, men at børnini tosa og senda boð dúgliga í fríkorterunum. Enn hevur tó ikki veri? ney?ugt at seta nakað í verk fyri at tálma nýstluni.
Vaksandi trupulleiki
- Ta? er tó heilt avgjørt ein vaksandi trupulleiki við fartelefonum á skúlanum, og tað verður spennandi at síggja, hvussu støðan verður aftaná konfirmatiónirnar, tá tey n?fermdu koma aftur í skúla. Tá eiga vit at hyggja eitt sindur álvarsamari uppá hasi tingini vi? fartelefonum, metir Símun Abrahamsen.
Ta? ver?ur í løtuni reklamerað í bløðum og øðrum miðlum við fartelefonum til konfirmantin. Ein fartelefon eru heldur ikki ein serliga d?r konfirmatiónsgáva, og tí er nærliggjandi at hugsa sum Símun Abrahamsen, at fleiri ung ganga við fartelefon, aftaná prestur hevur lagt hond á høvdið.
- Vit halda eisini, tað er eitt sindur skelkandi, at tað ikki bara eru tey eldru í framhaldsdeildini, sum kima í heilum, men eisini tey yngru frá sjeynda flokki og niðureftir. Tað einasta vit hava tikið stig til er fyri at tálma nýtsluni er at bannað teimum í tímunum, meðan undirvísing er, sigur Símun.
Á fleiri mi?námsskúlum verður við skeltum heitt á næmingarnar um at sløkkja telefonina, me?an teir eru á skúlaøkinum, tí hetta er ein trupulleiki, sum vindur uppá seg. Tað tykist tó, at fleiri fólk hava brúk fyri at læra seg at hava fartelefon.
- Eg kundi hugsa mær, at vit um eini tíggju ár fara at flenna eftir hesum trupulleikanum, leggur Símun afturat, tí tá hava fólk kanska fingið eina hóskandi fartelefonmentan.
Rakar bankabókina meint
Tað er ikki óvanligt, at ung, sum ganga í skúla, hava eina telefonrokning, sum táttar í tær túsund krónurnar um mánaðin. Tá tosað verður fyri so nógvan pening, um tað er við Teletíð ella við vanligum haldi, verður sjálvandi eitt sindur tunnligari millum krónurnar á bankabókini.
Um talan er um næming, sum gongur á miðnámsskúla, og er eldri enn 18 ár, er lestrarstuðulin 2-3000 krónur um mánaðin, alt eftir um næmingurin býr hjá foreldrunum ella úti. Sjálvt um rokningin bara er niðri á teimum fimmhundrað, er hetta ein stórur partur av inntøkuni.
Er talan hinvegin um fólkaskúlanæmingar, eru inntøkumøguleikarnir verri. Tey hava bara arbeiði eftir skúlatíð at dúva uppá og lummapening frá foreldrunum. Tá kann tað roynast verri at fáa pening til vega fyri at tosa í telefon.
Ta? tykist tó, sum átakið hjá Føroya Tele at fáa hendur á teimum yngru brúkarunum er eydnast, tí skúlarnir kenna seg noyddar at seta tiltøk í verk fyri at steðga nýtsluni.