Útvarpsrásin hjá Danmark Radio, DR P1, viðgerð í dag føroyska stríðið fyri sjálvstýri.
Tað ger útvarpsrásin í samband við, at hon gjøgnum vikuna hevur sett sjóneyka á stríðið hjá ymiskum økjum í Evropa at gerast sjálvstøðug.
Heimasíðan Foroyar.dk skrivar, at tað er Høgni Reistrup, ið verður gestur í sendingini, har hann skal greiða frá Føroya og stríðnum at gerast sjálvstøðug.
Harumframt er danski professarin, Uffe Østergaard, eisini partur av sendingini, ið byrjaði klokkan 15.15.