Tøl frá norskari toskaaling vísa, at hetta slagið av fiskaaling gevur stórt hall, og at eingi útlit eru fyri, at tað fer at venda til tað betra í bræði. Síðani 2002 hava norðmenn selt aldan tosk fyri 1,2 milliard norskar krónur, men í hesum sama tíðarskeiði hava útreiðslurnar til rannsóknir og íløgur verið 4,5 milliardir krónur, skrivar NTB.
Millum annað hevur felagið Coldfarm mist 15 norskar krónur fyri hvørt kilo av alitoski, sum felagið hevur selt. Tað vánaliga úrslitið sæst eisini aftur í vinnuni.
Í fjør seldu norðmenn 21.000 tons av alitoski, men í ár fer nøgdin neyvan upp um 8.000 tons.