Toskatvingsil skal tryggja keypifrælsi

Lesið her hví landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum Jørgen Niclasen ætlar sær at tvinga 30% av ávísum fiskasløgum um uppboðssøluna. Lesið eisini, hvussu ávísir partar av vinnuni eru harðliga ímóti hesi ætlan.

Týsdagin (í gjár) var fundur í Fiskimálastýrinum. Á skrivstovuni fyrireikaði landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum Jørgen Niclasen seg til at taka imóti monnum, ið neyvan fóru at vera í tí blíða lagnum.

Ráfiskakeyparafelagið hevði biðið um fund. Á skránni er ætlanin hjá landsstýrismanninum at tvinga ávís (botn)fiskasløg um uppboðssøluna. Hetta er ikki fallið í góða jørð hjá Ráfiskakeyparafelagnum. Og úti um landið finnast virkisleiðarar og reiðarar, ið slettis ikki taka undir við ætlanini hjá landsstýrismanninum.

Men Jørgen Niclasen er sannførdur um, at hann ger tað rætta, nú hansara løgfrøðingar sita og snikka lógina endaliga til. Lobbyarbeiðið hjá ráfiskakeyparunum henda týsdagin sær sostatt ikki út til at kunna broyta støðuna hjá landsstýrismanninum.

? Tað er altíð keðiligt at tvinga. Men í hesum førinum eri eg noyddur, sigur Jørgen Niclasen við Sosialin týsdagin áðrenn fundin.

Ein samd vinnunevnd við formanninum Heina í Kunoy á odda, tekur undir við landsstýrismanninum. Tað tíð til tvingsil.


Vinnan ímóti

Aftan fyri avgerðina um at tvinga 30% av ávísum fiskasløgum um uppboðsøluna liggur eitt ávíst lobbyarbeiði frá øðrum parti av vinnuni ? serliga teimum smærri virkjunum. Tey kenna seg við sviðusoð nú alt fleiri skip eru farin at selja beinleiðis til tey størru, kapitalsterkaru virkini.

Spurningurin er so, um henda gongdin er sprottin úr tí fría viljanum hjá skipum at selja har tað loysir seg best. Ella um eitt slag av duldum terrori liggur aftan fyri broytta landingarmynstrið.

? Tað eru serliga størru skipini, ið eru farin at selja beinleiðis til virkini. Størru virkini siga; ?alt ella onki?. Sostatt fáa onnur ongantíð kjans at bjóða upp á fiskin, sigur Jørgen Niclasen.

Hesum tekur stjórin á JFK trol og Kósini Hanus Hansen slettis ikki undir við.

? Okkara bátar selja har teir vilja. Onkuntíð hjá Kósini. Aðrar tíðir aðrastaðnis. Eg haldið, tað er fullkomiliga skeivt, at landsstýrið skal siga monnum, ið hava gjørt stórar íløgur í skip, hvar teir skulu landa. Hjá skipunum er tað einfalt: Tey landa, har tað er best fyri tey.

Hanus sigur samstundis, at tað er ikki vist, at ein komandi lóg um uppboðssølutvingsil fer at gera tað verri hjá Kósini at keypa fisk. Tað er ikki hesum, hann er bangin fyri.

? Men eg haldi tað er skeivt, politiskt at tvinga at selja gjøgnum eina uppboðssølu.

Stjórin á Sandoy Seafood Egil er enn hvassari í sínum atfinningum móti ætlanunum hjá landsstýrismanninum.

? Hetta kann gerast eitt satt bakkast fyri útjaðaran í Føroyum. Tí skal so stórur partur tvingast ígjøgnum á meginøkinum, so skulu stórar upphæddir brúkast at flyta fiskin til Sandoynna. So hetta er eitt bakkast fyri okkum.

Stjórin á Sandoy Seafood heldur eisini, at ætlanin hjá Jørgen Niclasen er góðbiti hjá øllum teimum, ið royna at flyta óviðgjørdan fisk av landinum.

? Tey eru sum oftast bara úti eftir pørtum av lastini og hava ongan áhuga fyri restini. Nú fer at vera lættari hjá teimum, sigur Egil.

? Haraftrat haldi eg eisini, at spurnartekin kann setast við, hvussu rætt tað er, at almenni politiski myndugleikin tvingar fisk um eina privata uppboðssølu.


Vinnan fyri

Hjá landsstýrismanninum vendir myndin øðrvísi. Hann heldur ikki, at støðan hjá stjóranum á Sandoy Seafood er serliga umboðandi fyri smærru virkini í landinum.

Jørgen Niclasen nevnir dømi, har smærru virkini fáa restir av lastum, sum størru virkini keypa og ikki sjálvi brúka.

Landsstýrismaðurin metir, at við einum slíkum mynstri verður tað altíð talan um, at tey smærru virkini liva av náði frá teimum stóru. Tí tey sleppa ikki at bjóða. Og tá er torført hjá teimum at leggja teirra virksemi til rættis og í síðsta enda at halda sínar skyldur mótvegis útlendskum keyparum.

Jørgen Niclasen vísir eisini aftur, at hann við slíkari lóggávu farvoriserar smærru virkini.

? Orsøkin til, at eg vil tvinga 30% um uppboðssøluna er júst til tess at geva øllum kjans at bjóða. Klára smærru virkini seg ikki í tí kappingini, ja so gerst ikki við. Men tey skulu hava ein kjans at bjóða.

Jørgen Niclasen vil ikki koma inn á, hvussu endaliga lógin fer at síggja út. Sostatt er heldur ikki enn heilt greitt, hvørji fiskisløg vera undantikin lógini um uppboðssølutvingsil.

Tað er heldur ikki greitt, hvørjar fylgjur brot á nýggju lógina fara at fáa.