Toskurin vigaði 22 kilo

Tað var ikki hissini fongur sum týski Andreas Schwabe fekk leygardagin, tætt inn ímóti landi við norska fiskivinnubýin Hammerfest.

Andreas var ein av mongum týskarum í hópinum, sum ferðavinnufelagið Seland Explore sendi avstað henda dagin. Og mín sann um ikki hepni var við honum.

- Hetta er ársins størsti toskur, men hann er av tí mjáa slagnum, sigur André Larsson, sum rekur felagið. – Hann kundi saktans havt vigað 28 kilo, men nú vigaði hann einans 22 kilo.

Orsøkin til hetta er uttan iva tann ringi veturin og gýtingin sum hevur gjørt vektina minni enn hon annars átti.

Men við sínum 143 sentimetrum er hetta kortini longsti toskurin sum Seiland Explore nakrantíð hevur drigið

innanborða.

Sum agn hevði Andreas Schwabe ein heilan seið. Ætlanin var at royna eftir kalva, men stóri toskurin toskurin var so bara eina uppliving á ferðini.

Sagt verður, at toskurin var sleptur út aftur, av teirri einfaldu orsøk at toskur omanfyri 20 kilo ikki er vælegnaður sum mannaføði.

- Eg vænti, at hetta verður ikki seinasti stóri toskurin sum vit fara at fáa í summar, sigur ein brosandi André Larssen við NRK.

Mynd: Týski Andreas Schwabe við tí 22 kilo tunga toskinum (mynd: nrk.no)