Tottenham givið Harry Redknapp sparkið

Harry Redknapp er ikki longur venjari hjá enska Premier League felagnum, Tottenham. Tað skrivar BBC í kvøld. Hann hevur í seinastu verið í samráðingum við felagið um nýggjan sáttmála, ið gongur út komandi ár.

 

Harry Redknapp, sum leingi var favorittur at gerast enskur landsliðsvenjari, stendur nú uttan starv. Eftir fýra góð ár sum venjari hjá Tottenham, hevur hann í kvøld fingið sparkið frá leiðsluni.

 

Harry Redknapp og Tottenham hava verið í samráðingum um ein nýggjan sáttmála, men tær eru so ikki komnar á mál. Harry Redknapp hevur annars fingið nógv rós fyri síni avrik sum venjari hjá London felagnum. Millum annað hevur Tottenham verið at sæð í Champions League fyri fyrstu ferð nakrantíð.

 

David Moyes og Roberto Martinez venjarar hjá ávíkavist Everton og Wigan eru settir í samband við starvið, umframt fyrrverandi Liverpool venjarin, Rafael Benitez.