Tottenham mist luftina

Tottenham tapti í kvøld triðja dystin í Premier League á rað og allar vónir um at taka nakað av Manchester liðnum er farin. Chelsea vann á Stoke, sum spældi við tíggju monnum í yvir ein tíma, meðan Liverpool tapti fyri Nicklas Bendtner og Sunderland.

 

Tottenham var í kvøld í Liverpool og vitjaði Everton, sum tykist hava funnið formin fyri tíðina. Tað sama kann ikki sigast um Tottenham, sum undan dystinum hevði tapt móti bæði Arsenal og Manchester United.

 

Ta gekk einki betri móti einum tendraðum Everton liðið, ið hevði Nikica Jelavic við frá byrjan fyri fyrstu ferð í Premier League síðani hann í vetur kom til felagið frá Rangers. Hann gjørdist eisini dagsins hetja á Goodison Park, tá hann miðskeiðis í fyrra hálvleiki umsetti eitt innlegg úr vinstru til mál.

 

Bæði liðini høvdu møguleikar at skora, men tá saman um kom, so gjørdist málið hjá Nikica Jelavic einsamalla málið í dystinum. Tottenham er nú 11 stig aftanfyri Manchester United á øðrum plássi. Tað eru nú 10 ár síðani, at David Moyes tók yvir sum venjari hjá Everton.

 

Roberto Di Matteo vann eisini sín næsta dyst, sum fyribils venjari hjá Chelsea. Í vikuni vann Chelsea á Birmingham í FA Cup. Í dag var mótstøðan Stoke, sum fekk Ricardo Fuller útvístan í fyrra hálvleiki.

 

Didier Drogba skoraði einsamall málið í dystinum miskeiðis í seinna hálvleiki. Tað er mál nummar 100 hjá honum í Premier League. Hann er leikari nummar 22, ið hevur skorað 100 ella fleiri mál í Premier League søguni.

 

Í Sunderland gjørdist tann til tíðir útskeldaði danski framherjin, Nicklas Bendtner, einsamallur málskjútti, tá heimaliðið vann 1-0 á Liverpool, sum eins og Tottenham hevur tapt tríggjar dystir á rað í Premeir League.

 

Dysturin var rótutur og illa spældur. Einsamalla málið í seinna hálvleiki, tá Frazier Campbell skjeyt á stongina. Bólturin fór í skallan á Liverpool málverjanum og í stongina aftur, áðrenn Nicklas Bendtner fylgdi upp og skoraði.

 

Fyrr í dag vann Bolton 2-1 í týdningarmiklu botnuppgerðini móti QPR. Mest umtalaða støðan kom í fyrra hálvleiki við støðuni 0-0, tá Bolton málverjin bjargaði innanfyri málstrikuna, men hvørki dómarin ella hjálpardómarin sóu bóltin innanfyri.

 

Premeir League:

 

Bolton – QPR 2-1

Aston Villa – Fulham 1-0

Chelsea – Stoke 1-0

Sunderland – Liverpool 1-0

Wolverhampton – Blackburn 0-2

Everton – Tottenham 1-0