Tað verður altíð roknað sum stór avbjóðing at spæla á St. James Park í Newcastle. Í kvøld var Tottenham norðarlaga á eystursíðuni á Onglandi, og tað gekk væl hjá gestunum. Tottenham vann sannførandi 4-0, og enn eina ferð var Emmanuel Abedayor bæði so og so stóri maðurin. Hann setti hol á í 19. minutti, og hann økti um leiðsluna til 3-0 átta minuttir undan leikloki. Hinir málskjúttarnir í 2. hálvleiki vóru Paulinho og Nacer Chadli.
Stórsigurin ber við sær, at Tottenham framvegis er á fimta plássi. Stigatalið er 50, sum er trý færri enn Liverpool, ið er á fjórða plássi.
Í botninum var úrslitið 1-1 millum Stoke og Swansea.