Toulouse-maðurin deyður

Fleiri franskir fjølmiðlar skriva nú, at tann 23 ára gamli Toulouse-maðurin er funnin deyður inni í íbúð síni. Hann doyði í skotbardaga við hermenninar, verður sagt.

Tíðindastovan AFP skrivar, at servandir hermenn tóku seg inn í íbúðina hjá manninum, og løtu seinni vóru meiri enn 20 skot inni í íbúðini.

Tann 23 ára gamli Mohammed Merah hevur fjalt seg í einari íbúð í Toulouse, og hóast myndugleikarnir fleiri ferðir royndu at fáa hann at geva seg yvir, vildi hann ikki. Franska ákæruvaldið er sannført um, at tað var Mohammed Merah, sum myrdi tríggjar hermenn, ein lærara og trý børn í Toulouse.