-Útoyggjaálitið hevur ikki givið úrslit


Hóast fólkatalið á pappírinum veksur úti í Mykinesi, er tað ikki nógv, sum røkist fyri, at bygdini skal verða lív lagað. Politikarnir hava svikið, og tað verður torført at fáa fólk at flyta út sum nú er, sigur borgarstjórin. Hon hevur tó ikki mist mótið.


 


Í Mykinesi er gott at vera. Uttan at taka nakað frá nøkrum, so má Mykines vera at meta sum ein óføra vøkur og serstak oyggj. Dýrgripirnir, sum náttúran hevur ognað oynni, eru í allar mátar nakað, sum vit føroyingar eins og onnur síggja sum nakað serstakt. Náttúruna eiga tey altso góða úti í Mykinesi, men tað er eisini ein annar partur av Mykinesi.

Oyggin er eisini karmur um eina bygd, og er eitt lítið útoyggja samfelag er úti í Mykinesi. Einans tíggju fólk eru fastbúgvandi alt árið runt úti í Mykinesi, hóast tað á yvirlitinum standa fleiri enn tjúgu nøvn. Fólkatalið í oynni er um summarið ikki lítið, men tá veturin stundar til, hvørva fólk aftur úr Mykinesi, og eftir standa nógvu tómu húsini.

Í útoyggjaálitinum, sum var givið út fyri kortum, stendur at lesa, at tilflyting er neyðug. Borgarstjórin í Mykinesi sær tó nógvar forðingar fyri, at hetta kann henda. Sosialurin var ein túr og vitjaði í Mykinesi.


Góða útbúgving

Millum gomlu lonirnar í Mykinesi stenda eini so at siga spildurnýggj hús. Tað er í hesum húsum, at borgarstjórin, Katrina Johannesen, saman við manni sínum, Esbern í Eyðansstovu, búgva. Tey eiga nú tvey børn. Fyri kortum settu tey fastbúgvandi mykinesmann nummar 10 í verðina. Tað fekk eisini nógva umrøðu, tá tey valdu at seta fót undir egið borð í Mykinesi. Orsøkin, at tey valdu at byggja nýggj hús, var einføld: tey kundu ikki keypa nakað av hinum húsunum í Mykinesi.

Sjálv er Katrina fødd og uppvaksin í Mykinesi. Hennara lívsleið hevur tó leitt hana fram við øðrum støðum eisini.

Eftir at hava gingið í skúla bæði í Vágum og í Havn, so leitaði hon sær til ein annan høvuðsstað: enska høvuðsstaðin, London. Her fekk hon sær útbúgving innan búskap, t.e. ein sokallaðan ?bachelor of science? í búskapi frá lærdum háskúla har. Tað kann tí sigast, at Mykinesmenn hava ein av best útbúgnu borgarstjórunum í Føroyum.

-Eg gjørdist troytt av stórbýnum, sigur Katrina Johannesen.

Tað er eisini rættiliga langt úr Mykinesi til enska høvuðsstaðin. Katrina sigur seg ikki ivast í, at hetta var rætta valið, og maðurin var heldur ikki nakar trupulleiki at fáa við sær. Maður hennara er úr Sandavági, men býr altso nú í Mykinesi. Tað var í 1997, at tey bæði saman við lítla soninum settu búgv í vestastu oynni í Føroyum.

Síðani hava tey sett ein mykinesmann afturat í verðina, men tað er ikki komin nøkur barnafamilja vestur í Mykines síðani. Maður Katrinu arbeiðir hjá SEV og Strandferðsluni, umframt at tey hava eitt gistingarhús í bygdini, sum Katrina rekur. Seinasta verkætlanin hjá teimum er at ala dunnur, sum nú eru einar 500 í tali.


Álitið

Fyrr í ár kom ?Útoyggjaálitið? út í bók. Hetta rættiliga drúgva álit greiður frá støðuni hjá teimum ymsu útoyggjunum í Føroyum. Eisini Mykines fær umrøðu í álitum, og útlitini eru eftir álitinum at døma ikki serliga góð. Tilflyting skal til, um bygdin skal kunna yvirliva sum búpláss alt árið runt, og tað er eisini hetta sum Katrina ynskir. Hon sannar eisini, at hetta er alneyðugt, men má samstundis viðganga, at tað ikki sær ljóst út hvat hesum viðvíkur.

Sjálv var Katrina við í arbeiðinum at gera útoyggjaálitið, og hon heldur eisini, at arbeiðið er væl úr hondum greitt. Tað var Olga Biskopstø, sum stóð á odda fyri arbeiðinum við útoyggjaálitinum. Eisini er komið eitt sokallað ?økismenningarálit?, sum meira viðgerð vinnumøguleikar fyri allar partar av Føroyum, sum liggja uttanfyri høvuðsstaðin.

Katrina ynskir ikki at kritisera arbeiðið hjá nevndini, sum gjørdi álitið, men heldur er tað viðgerðin aftaná, ið ikki er follin í góða jørð hjá borgarstjóranum í Mykinesi.

Sigast skal í hesum sambandinum, at tað eru ymiskir glottar at hóma. Gásadalur tykist eitt nú at vera nærri einum bergholi.

-Tað verður nógv tosað um áltið, tá ið tað kemur út, men síðani hendir so at siga einki, sigur Katrina.

-Nógv góð orð verða søgd, men tað gongur ongan veg allíkavæl, sigur Katrina.

Tann aldudalur, sum Mykines, eins og aðrar útoyggjar, fer ígjøgnum, kann bygdin ikki líka lætt tola við tíðini, heldur Katrina. Áhugin fyri útoyggjunum er stórur til tíðir, men tá tað kemur til at gera nakað munagott, so hendir ikki nógv, sigur Katrina.

Eitt tílíkt álit sum hetta birtir jú nakrar vónir, og tá hesar so ikki vera til nakað, so kennast oftani sera harmiligt og lætt er at missa mótið, sigur Katrina. Hon vil tó fegin undirstrika, at hon framvegis hevur mót til at halda áfram við at halda lív í Mykinesi.

-Tú kanst gott siga, at tað er kærleikin til oynna, sum ávirkar meg til at gera hetta, sigur Katrin, tá spurt verður um orsøkina til nógva stríðið frá hennara síðu.


Politikararnir

Eftir at útoyggjaálitið var liðugt gjørt, so var málið, sum so mangt annað, latið politikarunum at viðgera. Stór orð vórðu eisini søgd frammanundan viðgerðini, men úrslitið var, sambært Katrinu, als ikki nøktandi

-Eg gjørdist nakað so skuffa av politisku viðgerðini av málinum, og eg meini ikki, at politikararnir á nakran hátt gjørdu nóg gott arbeiði, sigur Katrina.

Hennara ónøgd fevnir eisini um hennara ?egnu? løgtingsmenn úr Vágum. Serliga Marius Dam hevur eftir hennara tykki ikki gjørt eitt nóg gott arbeiði.

Greitt er, at tað liggja nógv áhugamál runt í landinum, tá tað snýr seg um útoyggjar. Hvussu er og ikki so var úrslitið, sambært Katrinu, av viðgerðini í løgtinginum als ikki nøktandi.

-Tað sær svart út, tá politikarnir ikki gera nakað fyri okkum, sigur Katrina.

Misnøgdin við myndugleikarnir fevnir tó um meira, enn bert viðgerðina í løgtinginum. Eftir hvat vit skilja á lagnum, so er stórur og svárur saknur á politiskum vælvilja í Mykinesi.

-Vit hava roynt at fingið fleiri verkætlanir í gongd, men alt strandar hjá myndugleikunum, og einki úrslit spyrst burturúr, sigur Kartrina.

Tað er næstan líkamikið, hvat tey royna, tí tað verður at kalla alt kolldømt av myndugleikunum, heldur Katrina.

Sjálv valdi Katrina eisini at stilla upp til seinasta kommunuval, og tað eydnaðist eisini henni at gerast borgjarstjóri. Hetta starv hevur hon røkt síðani ársbyrjan, og tað liggur eitt stórt arbeiðið fyri framman. Hon helt ikki, at tað varð gjørt eitt nóg munagott arbeiðið, so valdi at gera eitt legg í tann politiska heimin, og harvið enn eitt lógvatak fyri oynna.


Skapa vinnu

Tilflyting er alneyðug, og skal talan verða um tilflyting, so má arbeiðið til, sigur Katrina.

-Vit mugu skapa fleiri arbeiðspláss í oynni, sigur Katrina.

-Sjálvandi skulu vit hava vinnuligt jarðbrúk í Mykinesi, men hetta verður ivaleyst ikki nóg mikið, sigur Katrina.

Sjálv eru tey fara undir nøkur átøk sum eitt dunnu alingin og innan ferðavinnuna.

-Ferðafólkið leggur for lítið eftir seg, og vit mugu fáa meira burturúr.

Mykines verður óføra væl vitjað um summarið, og tað trýtur heldur ikki við føroyskum ferðafólki. Nógv tóm hús standa í bygdini, og hesi verða fyri tað nógva vitjaði um summarið.

Næsta ár er valár, og tað lættliga hugsast, at føgru orðini aftur fara at regna útyvir útoyggjafólkið í Mykinesi. Ein verulig loysn letur tó ikki leingi bíða eftri sær.

Katrina sigur, at tað sær svart út sum nú er, men tey ætla at halda fram, men hon ásannar, at tað verður trupult hjá nýggjum familjum at seta búgv, tá einki hús eru at fáa í bygdini.

Hvussu verður og ikki við Mykinesi, stendur tað fast, at tað eru nøkur, sum vilja taka lógvatøk fyri at tryggja framhaldandi búseting í Mykinesi. Spurningurin verður bert, um poltikarnir og lokalu kreftirnar finna saman um eina framtíð fyri bygdina ella ikki.