Útoyggjaálitið seinkað

Samskiparin av útoyggjaverkætlanini vónar, at áltið kann handast løgmanni í hesum árinum

Ætlanin var, at útoyggjanevndin skuldi handa løgmanni álit síðst í hesum mánaðinum, men arbeiðið er seinkað av millum annað sjúku, og tí verður álitið ikki handað til ásettu tíðina.

- Vit vóna, at tað fer at bera til at handa álitið í desember mánaði, sigur Olga Biskopstø, sum er samskipari av arbeiðnum hjá útoyggjanevndini.

Enn manglar onkur nevndarfundur í útoyggjanevndini, men ætlanin er at halda hesar fundir sum skjótast.

Seinasti parturin av arbeiðnum er at skriva álitið, og tað er sjálvandi drúgt arbeiðið. Í løtuni er samskiparin í holt við at skriva álitið.


Ger ítøkilig uppskot

Tað var løgmaður, sum setti útoyggjanevndina at arbeiða við spurninginum um um trivnað og virksemi á útoyggjunum.

Fólk ymsastaðni úr landinum sita í nevndini, har Olga Biskopstø er formaður.

Uppgávan hjá útoyggjanevndini er at orða ítøkilig menningaruppskot fyri útoyggjarnar, at tíðar- og raðfesta uppskotini og at lýsa møguleikarnar fyri varðandi menningararbeiði.

Útoyggjanevndin fór undir sítt arbeiði fyrr í ár, og fram til august mánaði var arbeitt við skrásetingararbeiði, og fólk, fyritøkur, stovnar og onnur vóru biðin um ymsar frágreiðingar. Eisini hevur útoyggjanevndin fleiri ferðir lagt dent á, at øll eru vælkomin við uppskotum og viðmerkingum til nevndina.

Seinasti parturin av arbeiðnum er at skriva álitið, og broytta ætlanin er nú, at álitið skal vera liðugt síðst í hesum árinum.