Útoyggjar í stevnuhýru

Rættu stevnudámur var leygardagin yvir Skúvoynni, tá skúvoyingar skipaði fyri stevnudagi, samstundis sum fyrsti almenni aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum varð hildin. Veðrið var av tí allarfagrasta, og heilt fitt av útoyggjaíbúgvum høvdu leitað sær út á oynna hendan dagin

Útoyggjar
Ragnhild Ellingsgaard

Hóast farleiðin millum heimbygdinar í summum førum var heilt long, so vóru áhugamálini úti í Skúvoy felags.
Heilt fitt av fólki vóru savnaði saman úti á Skúvoy, og var oyggin eisini stásað upp til eina rætta stevnu.
Borðreitt var við kaffi og drekkamunni inni í fleiri av hugnaligu stovunum, og uttanfyri skúlan var eitt stórt telt sett upp. Seinni um kvøldið skuldi dansur og annað undirhald vera í hesum sama telti.
Á smala vegnum við skúlan var ymiskt undirhald sett upp til børnini, har tey kundu stuttleika sær við fiskidammi, tombola og bóltkasti.
Tey vaknsu kundu harafturímóti keypa sær ein góðan breyðbita saman við onkrum drekkandi, ella tey heldur fingu sær ein bakka við turrari grind og køldum eplum.
So hetta var júst eins og aðrar stevnur í landinum, og fólk hugnaðu sær saman til langt út á náttina.

Fyrstu aðalfundur
Eftir at bæði tyrlan, Sildberin og eisini vaktarskipið Tjaldrið høvdu sett fólk av á Skúvoy, byrjaði stevnudagurin við fyrsta aðalfundinum hjá Útoyggjafelagnum.
Fundurin varð hildin í skúlanum, og áhugin var so stórur, at pláss ikki var fyri øllum áhoyrarunum. Hesin trupulleiki varð tó skjótt loystur, og stólar settir upp eisini í gongini, so øll kundu vera við á fundinum.
Hetta var fyrsti almenni aðalfundurin hjá felagnum, síðan felagið var sett á stovn, og innihelt skráin millum annað val av umboðsráðsnevnd og val av starvsnevnd.
Útoyggjafelagið hevur gjøgnum árið vitjað fleiri av útoyggjunum í Føroyum, og her hava tey so eisini funnið fram til eitt umboðsráð, sum umboðar hvørja oyggj.
Hetta umboðsráð hevði valrætt til valið av umboðsráðs- og starvsnevnd, meðan frítt var hjá øllum at koma fram við uppskotum.
Úrslitið av valinum varð, at Óla Jákup úr Dímun gjørdist formaður í starvsnevndini, meðan Harry Jensen úr Skúvoy gjørdist formaður í umboðsráðnum.
Ætlanin er, at umboðsráðið skal kom við uppskotum til, hvørjum Útoyggjafelagið skal arbeiða víðari við. Síðan skal starvsnevndin gera hesi uppskot til veruleika.

Samferðslutrupulleikar
Á fundinum var eisini høvið til at kjakast um ymisk evni, sum útoyggjafólk nú einaferð hava áhuga í.
Eitt av høvuðsmálinum var samferðslan kring oyggjarnar. Fleiri av oyggjunum hava so vánaligt ferðasamband, at ikki er møguligt at sleppa frá oynni og koma aftur sama dag. Um veturin er hetta serliga torført, og kunnu lættliga ganga fleiri dagar ímillum, at nøkur samferðsla yvirhøvur finst á oyggjunum.
Nógv varð tosað um hendan trupulleika, og fleiri uppskot komu eisini fram til betran av hesum. Hetta er so alt nakað, sum starvsnevndin hjá Útoyggjafelagnum fer at arbeiða víðari við.
Men eisini vinnan úti á plássunum fekk nøkur orð á vegnum, og vóru flest øll samd um, at her má okkurt munandi gerast skjótast gjørligt.
Eitt uppskot var at byggja eitt umhvørvisvinarligt hús á hvørji oyggj, og skal hetta hús taka sær av tilfeingi av øllum slagi.
Hetta uppskot er eisini við í Útoyggjaálitinum, og fer starvsnevndin uttan iva at arbeiða víðari við hesum.
Eftir fundin var borðreitt við felags døgurða til allar fundarluttakararnar inni í sjálvum skúlanum.

Gleðast um samstarv
Eftir felags døgurðan varð Útoyggjastevnudagurin settur av Meinhard Hentze úr Skúvoy.
Meðan mannarúgvan, sum lurtaði, gjørdist størri og størri, helt Meinhard ein lítla røðu. Í røðuni fegnaðist hann millum annað um stovnanina av Útoyggjafelagnum. Eisini kom hann inn á allar teir trupulleikar, sum í dag kunnu standast av at búgva á eini útoyggj.
- At hava seks seyðir og eina eplaveltu nyttar jú einki móti einum føstum og væl løntum starvi inni á meginøkinum, segði hann millum annað, tá hann tosaði um peningin, sum altíð manglar á eini útoyggj.
Men Meinhard frøddist eisini um samanhaldið, sum vísti seg millum allar útoyggjabúgvar. Hetta samanhaldið vísti seg eisini rættiliga á stevnudegnum hendan dagin úti í Skúvoy.
Eftir røðuna hjá Meinhardi greiddi Óla Jákup úr Dímun stutt frá søguni hjá Útoyggjafelagnum, og síðani handaði hann, saman við Olgu Biskopstø, bygdaráðsformanninum í Skúvoy eina gávu áljóðandi 10.000 krónir. Hendan gáva skal nýtast sum stuðul til bygging av einum bygdahúsið, og vóru bygdarfólkini, sum vera man, sera glað fyri gávuna.

Dansur og undirhald
Eftir setanina av stevnuni varð skipað fyri gongutúri og øðrum undirhaldi fyri stevnufólkunum.
Veðrið var av tí allarbesta allan dagin, og kundu fólk tí eisini hugna sær uttandura í røttum summarveðri.
Seinni um kvøldið var dansur á skránni, har bæði harmonikan og eitt orkestur luttóku.
Sum skilst, leið langt út á næsta dagin, áðrenn fólk leitaðu sær heim eftir ein langan, men hugnaligan, dag úti á eini vakrari føroyskari útoyggj.