Útoyggjastevna í Fugloy

Leygardagin 14.juli verður Útoyggjastevnan 2007 hildin í bygdunum Hattarvík og Kirkju á Fugloy.

Byrjað verður í Hattarvík fyrrapartin, har ársaðalfundurin verður. Eftir aðalfundin verður stevnan sett, og fólk fáa okkurt til matna. Allan seinnapartin vera tiltøk í oynni. Har verður undirhald, fyrilestrar, frásagnir, og eitt kór fer at syngja í Hattarvíkar kirkju. Kapping í seyðaroyting verður eisini á skránni, har roytt verður upp á gamla mátan, og harafturat verður árliga togtoganin millum útoyggjarnar á skránni. Nógv ymisk tiltøk fyri børn vera eisini á skránni í oynni.