Japanska bilverksmiðjan Toyota sigur nú, at hon hevur selt 9,7 milliónir bilar í 2012, og sostatt er Toyota aftur tann størsta bilverksmiðjan í heiminum. Í fjør var amerikanska General Motors ovast á listanum.
Tey endaligu sølutølini fyri 2012 koma ikki fyrr enn í næsta mánað, men tað er longu nú greitt, at eingin selir so nógvar bilar í ár sum Toyota, og at verksmiðjan hevur selt 22 prosent fleiri bilar í ár enn í 20111.
Í fjør yvirtók General Motors plássið sum heimsins størsta bilverksmiðja, og í ár kappast General Motors og Volkswagen um 2. plássið.
Toyota og Volkswagen hava kunngjørt, at tey vænta at selja meiri enn 10 milliónir bilar næsta ár ella í hvussu er í 2014.