Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Akstovuni.
Toyota hevur selt 41 nýggjar bilar í ár og er harvið mest selda bilmerki. Tað er beint framman fyri Hyundai, sum hevur selt 40 bilar. Hyundai er eisini mest seldi bilur í februar, tá seldir eru 18 Hyundai bilar.
Ford er á triðja plássið við 30 bilum.
Her er topp-10 listin við mest seldu bilum í ár:
TOYOTA 41
HYUNDAI 40
FORD 30
VOLKSWAGEN 24
KIA 23
VOLVO 19
RENAULT 18
MERCEDES-BENZ 15
CITROEN 14
AUDI 9
Her er topp-10 listin yvir mest seldu bilar í februar:
HYUNDAI 18
TOYOTA 16
VOLVO 16
KIA 11
MERCEDES-BENZ 10
VOLKSWAGEN 10
RENAULT 8
CITROEN 5
AUDI 4
FORD 4