Toyota mest seldi bilur fyrsta mánaðin

Mest seldi bilur í fjør var eisini mest seldi bilur í januar

 

Hóast tølini eru smá, so tala tey fyri seg og staðfestast, at Toyota er mest seldi bilur í Føroyum fyrsta mánaðin.

Í januar eru 19 nýggir Toyota skrásettir í Føroyum. Næst Toyota kemur Hyundai við 16 og Volkswagen við 8.

Listin fyri mest seldu bilar fyrsta mánaðin sær soleiðis út:

TOYOTA 19 

HYUNDAI 16 

VOLKSWAGEN 8 

PEUGEOT 5 

MERCEDES-BENZ 4 

SUZUKI 4 

MAZDA     3 

BMW     2 

FORD     2 

ISUZU     2