Trúboðarin skal varðveita upprunamentanina

58 ára gamli klaksvíkingurin Óli á Grømma Jacobsen er í dag hægsti myndugleiki í heimsumfatandi trúboðarafelagsskapinum New Tribes Mission (NTM), sum hann hevur verið virkin í síðani 1965, tá hann sum 20 ára gamal flutti úr trygga umhvørvinum á Ziskatrøð í Klaksvík til fjarskotna stórveldið USA. Í samrøðu við Sosialin hugleiðir Óli á Grømma um ábyrgdina at hava 3200 trúboðarar undir sær, upprunamentan kontra sivilisatión, gíslatøku og dráp av trúboðarum sínum og um átrúnaðarliga rákið í Vesturheiminum

- Sum 17 ára gamal kendi eg á mær, at eg á ein ella annan hátt skuldi arbeiða í trúboðaravirksemi, og síðani tá hevur hetta verið lívsverk okkara, eru afturlítandi orðini hjá 58 ára gamla klaksvíkinginum Óla á Grømma, tá komið verður inn í heitu íbúð teirra úti í Grótinum í Klaksík ein ilsligan fyrrapart í september.
Óli og 55 ára gamla amerikanska kona hansara Judy eru í hesum døgum á føroyaferð frá strongda gerandisdegnum á høvuðsstøðini hjá New Tribes Mission (NTM) í Florida, har 130 fólk arbeiða. Felagsskapurin við Óla á Grømma við róðrið varð stovnaður í 1942, og kom klaksvíkingurin inn í myndina í 1965. Eftir at hava gingið á skúlanum har hitti hann konu sína Judy, og vórðu tey verandi á skúlanum sum undirvísarar heilt til 1983, tá leiðin gekk til Filipsoyggjarnar, har hjúnini vóru trúboðarar í tíggju ár, áðrenn leiðin gekk aftur til Florida.
- Í 1993 kom eg so í aðalnevndina í NTM, og fyri tveimum árum síðani tók eg við sum nevndarformaður (Chief Executive Officer), sigur Óli á Grømma.

Kristniboðan bert ein partur
NTM er í heimshøpi ein stórur trúboðarafelagsskapur, og sum navnið boðar frá, er aðalendamál felagsskapsins at arbeiða í ættarbólkum og millum upprunafólk, sum ongantíð fyrr hava hoyrt boðskap kristindómsins, og sum ofta ikki hava egið skriftmál og liva í fjarskotnari isolatión frá allari stórbýarmentan.
- Síðani 1942, tá NTM varð stovnað í USA, eru samkomur grundaðar í 21 tjóðum, hóast vit hava umboð í nógv fleiri londum, sigur Óli á Grømma. Í dag hevur nevndarformaðurin úr Klaksvík saman við øðrum ábyrgdina av 3200 trúboðarum virkandi kring allan heim, flestu teirra við familju, og sita Óli á Grømma og kona hansara, sum er skrivari, á høvuðsstøðini í Florida og samskipa heimsumfatandi virksemið saman við leiðsluni.
- Tá høvuðsendamálið er at arbeiða millum fólk, sum ongantíð hava hoyrt gleðiboðskapin, gerst talan ofta um ættarbólkar og stammur, sum liggja sera fjart frá stóru býunum, og mangan eru hesi samfeløg sera tilafturskomin á øllum økjum, sigur Óli á Grømma.
Klaksvíkingurin sigur, at talan ikki bert er um tropisk lond, hóast størsta virksemi teirra er í frumskógunum sunnanfyri í Asia, Afrika og Suðuramerika.
- Mong misskilja arbeiði okkara, tí hóast boðanin av kristindóminum er høvuðsdrívmegin, leggja vit alstóran dent á praktiska hjálp, vísir Óli á Grømma á. Við hesum sipar hann til læknahjálp, landbúnaðarhjálp umframt at tryggja ættarbólkunum egið skriftmál, so lokala mál teirra kann varðveitast.
- Ein trúboðari byrjar ofta ikki at undirvísa kristnu læruna, fyrrenn hann hevur lært málið hjá viðkomandi ættarbólki og búð millum tey innføddu í 3-5 ár, og øll henda tíðin fer til hjálp og tillaging, áðrenn sjálv kristniboðanin fer í gongd, greiðir ovasti myndugleikin í NTM frá.

Upprunamentan mótvegis sivilisatión
Ein áhaldandi atfinning mótvegis trúboðarum í slíkum økjum er, at teir blanda seg oyðileggjandi upp í upprunamentan ættarbólkanna og spilla umhvørvið við vesturlendskari sivilisatión, og fólkalívsfrøðin sær ofta trúboðaravirksemið sum eina hóttan. Sambært Óla á Grømma hoyrir hann mangan hesar atfinningar, og skilir hann tær sera væl.
- Tað er sera skiljandi, at hesar hugsanir verða førdar fram, men við drúgvum royndum eri eg sjálvsagt ósamdur. Ein trúboðari, sum fer inn í ein ættarbólk at arbeiða, stendur mangan andlit til andlits við ein sorgarleik, har upprunafólkið líður av ringari heilsu, lágum livialdri, fátækradømi, harðskapi o.s.fr., og tískil hava vit nógv at geva og hjálpa teimum við, sigur Óli á Grømma avgjørdur. Hann vísir á, at áðurnevnda praktiska hjálpin við grundleggjandi reinføri, læknahjálp, landbúnaðarhjálp, varðveitan av lokala málinum o.a. elvir til hægri livistøði, longri livialdur og framburð millum ættarbólkarnar.
- Ofta hava atfinnandi persónarnir mótvegis trúboðaravirksemi ongantíð roynt slíkt arbeiði sjálvir, og úttala tey seg á henda hátt uttan nakrar royndir. Tískil hava fleiri atfinnandi røddir einki innlit í tað, tey úttala seg um, vísir Óli á Grømma á.
Spurdur, um tað yvirhøvur kann umgangast at ávirka upprunamentan ættarbólkanna, tá komið verður við nýggjum livihættum, virðum og siðum, ristir oddamaðurin í NTM samtykkjandi við høvdinum.
- Nei, sjálvsagt gerst talan um ávirkan frá trúboðarum á ein ella annan hátt, men áskoðan okkara er, at hetta er til tað betra. Sivilisatiónin fer fyrr ella seinni eisini at náa fjarskotnu og avbyrgdu ættarbólkarnar, og tá hetta hendir, verður tað ein spurningur um, hvørji virði koma at ráða, og hvussu upprunamentanin kann lívbjargast, sigur Óli á Grømma við støði í globaliseringini og tætt samanknýtta heiminum, vit í dag liva í.
Við hesum er trúboðaravirksemið sambært Óla á Grømma eisini ein fyrireiking til sivilisatiónsinnrásina í lokalu mentanina, sum fyrr ella seinni kemur.

Paradísiska hvørvisjónin
Klaksvíkingurin á brúnni í NTM leggur hesum viðvíkjandi dent á, at felagsskapur teirra altíð setur fría viljan í hásætið hjá upprunafólkinum, har ætlanin als ikki er at broyta livihátt og mentan teirra, men heldur at fremja praktiskt hjálpararbeiði við gleðiboðskapinum sum drívmegi.
- Tann praktiska og teoretiska hjálpin eru tengd at hvørjum øðrum, og ein trúboðari eigur at arbeiða fyri júst at varðveita upprunamentanina og at fáa gjørt viðkomandi ættarbólk sjálvstøðugan og sterkan, sigur Óli á Grømma, áðrenn hann heldur fram.
- Vit vesturlendingar hava mangan eina paradísiska illusión um, at alt er so fantastiskt og óspilt millum upprunafólk, men sannleikin er, at tey eisini skríggja eftir hjálp fyri at tryggja sær eitt betri lív, er aftursvar hansara mótvegis atfinnandi skuldsetingunum.

Svøvnleysar nætur av gíslatøkum
Eitt vaksandi rák í trúboðaravirksemi er gíslatøka, har lokalir uppreistrarbólkar og gerilja hermenn ræna vesturlendskar trúboðarar og krevja síðani loysigjald frá NTM, um viðkomandi gísli ikki skal takast av døgum.
- Sum evsti myndugleiki í felagsskapinum havi eg jú seinasta orðið, tá slík mál stinga seg upp, og hetta er ein sera pínufull og kensluborin uppliving at fara ígjøgnum, sigur ein álvarsamur Óli á Grømma.
Í 10 ár hevur felagsskapurin uttan íhald havt trúboðarar sitandi sum fangar, og av gíslatøku eru seinastu tíggju árini seks trúboðarar skotnir, harav fleiri, sum vóru góð vinfólk hjá hjúnunum Óla og Judy.
- NTM hevur treytaleyst fylgt meginregluni, at vit ikki rinda loysigjald undir gíslatøku, tí so fer gíslatøka sjálvsagt at loysa seg og økjast hjá uppreistrarmonnunum, sum aftur setur trygdina í vanda hjá øðrum trúboðarum í túsundatali, sigur Óli á Grømma. Hann vísir á, at hóast hesa teoretisku meginreglu er torført at praktisera hana.
- At hyggja inn í eyguni á eini familju, sum hevur útvegað pening at fáa faðir og hjúnarfelaga sín aftur og ikki vilja vera við til at gjalda, er kanska tað harðasta, eg havi upplivað. At vita, at avleiðingarnar av mínum avgerðum eru, at faðirloysingar og einkjur sita eftir í sorg, er ein pínufull og slítandi prosess, sum mangan hevur volt svøvnleysar nætur, sigur ein ikki sørt kensluborin og álvarsamur Óli á Grømma.
Nevndarformaðurin vísir tó á, at ábyrgdin at finna eina loysn eisini er á einstøku familjunum og myndugleikunum, og NTM kann ongantíð nokta eini familju at gjalda loysigjald, hóast felagsskapurin avgjørt ikki mælir til hetta og upplýsir viðkomandi familjur um skaðiligu avleiðingarnar.
- Allir trúboðarar vita frammanundan, at vit ikki keypa teir leysar, um teir gerast gíslar, og vita teir eisini av vandanum at arbeiða sum trúboðarar í ávísum økjum, sigur Óli á Grømma.
Viðvíkjandi trygdini hjá trúboðarum í dag vísir klaksvíkingurin á, at 11. september varð ávirkandi.
- Eftir hesa hending er staðfest, at eingin í veruleikanum er tryggur longur, tí heimurin broyttist. Ein vesturlendskur trúboðari er í dag í nógv størri vanda at verða tikin til gísla enn fyri bert fimm árum síðani, og NTM er eisini vorðið offur fyri fleiri gíslatøkum enn nakar annar felagsskapur, sigur Óli á Grømma.
Við evstu ábyrgdini er talan sambært Óla um eitt øgiligt sálarligt trýst undir gíslatøkum, har ein stendur í eini torførari tvístøðu.
- Hóast allar meginreglur kunnu endurskoðast og metast í hvørjum einstøkum føri, noyðast vit at hugsa um heildina og samanløgdu trygdina fyri øll. Vit hava fólk í NTM, sum bert arbeiða við gíslatøkum og hava eyguni við trygdini í øllum økjum, trúboðarar arbeiða í, og tískil leggja vit stóra orku í fyribyrgjandi arbeiði, vísir Óli á. Ítøkiligt dømi um hetta er í løtuni á Fílabeinsstrondini, har allir trúboðarar vegna borgarakríggj av trygdarávum fyrr í ár vórðu fluttir úr landinum.

Trúboðaravirksemið minkar í Vesturheimurin
Sambært hagtølunum hjá New Tribes Mission er áhugin fyri trúboðaravirksemi minkandi í Vesturheiminum samanborið við restina av heiminum.
- Í Vesturheiminum er talan um ein vøkstur uppá 3%, sum aktivt luttaka í trúboðaraarbeiði, meðan vøksturin er uppá 13% uttan fyri Vesturheimin, sigur Óli á Grømma. Hetta kann vera ein ábending um, at átrúnaðarligu virðini sum heild verða skift út við materialistisku vælferðaryvirflóðina í Vesturheiminum, meðan átrúnaður í fátækaru pørtunum av heiminum eru meiri dominerandi.
- Hóast hann er lítil, er talan enn um ein vøkstur, og tað er jú positivt, sigur Óli á Grømma bjartskygdur. Hóast minkandi vøksturin í okkara parti av heiminum er býtið av virknu limunum í NTM soleiðis, at 64% eru úr USA, 18% eru vesturlendingar aðrastaðni enn úr USA, meðan onnur 18% eru úr restini av heiminum.
Áðrenn felagsskapurin sendir út trúboðarar, er fyrireikandi skúlagongd á NTM skúlum kring allan heim kravd, har undirvísingin í størstan mun fevnir um bíbliugranskan, mál og síðani tillaging og samskifti millum ymsar mentanir. Umframt høvuðsstøðina í Florida í USA hevur felagsskapurin skúlar m.a. í Onglandi, Brasilia, Australia, Kanada, Venesuela.

Skerpikjøtið í Klaksvík er best
Óli á Grømma er í dag 58 ára gamal, meðan konan Judy er 55, og spurd, hvussu leingi tey ætla at halda á í trúboðaravirksemi, er svarið einfalt.
- So leingi heilsan er til staðar, ætla vit at halda fram í New Tribes Mission í onkrari uppgávu, eru tey bæði Judy og Óli samd um, men leggur Óli síðani afturat, at tíðin á ovastu rók er avmarkað.
- Sum nevndarformaður fari eg í seinasta lagi at leggja frá mær, tá eg eri 65 ár, tí talan er um eitt sera krevjandi arbeiði við longum arbeiðsdegi og nógvari ferðing, sigur Óli á Grømma.
Viðvíkjandi júst hesum fara ikki minni enn 4-5 mánaðir av árinum hjá Óla og Judy til ferðing kring allan heim, og tískil er hetta ein av fáu ferðunum, at tey hava stundir til eina av drúgvaru føroyaferðunum. Hjúnini fara aftur til USA 6. oktober, og hóast hann hevur búð í USA síðani 1965, kann Óli á Grømma móti endanum av samtalu okkara ikki bara sær at gerast heimliga kenslusamur.
- Líkamikið hvar vit eru, og hvat vit gera, er tað besta av øllum at koma aftur til skerpikjøtið í Klaksvík, slær Óli á Grømma flennandi fast.
Nei, í globala gerandismeldri teirra skal lokala upprunamentanin við skerpikjøti eisini varðveitast í Klaksvík!

Útvald sitat:

Hóast boðanin av kristindóminum er høvuðsdrívmegin, leggja vit stóran dent á praktiska hjálp, t.d læknahjálp og landbúnaðarhjálp umframt at tryggja ættarbólkunum egið skriftmál fyri at varðveita upprunamentanina

At vita, at avleiðingarnar av mínum avgerðum eru, at faðirloysingar og einkjur sita eftir í sorg, er ein pínufull og slítandi prosess, sum mangan hevur volt svøvnleysar nætur

Sivilisatiónin fer fyrr ella seinni eisini at náa fjarskotnu og avbyrgdu ættarbólkarnar, og tá hetta hendir, verður tað ein spurningur um, hvørji virði koma at ráða

Vit vesturlendingar hava mangan eina paradísiska illusión um, at alt er so fantastiskt og óspilt millum upprunafólk, men sannleikin er, at tey eisini skríggja eftir hjálp


Fakta:
Navn: Óli á Grømma Jacobsen
Aldur: 58 ár
Uppvøkstur: Í Klaksvík
Útbúgving: Prógv frá New Tribes Mission bíbliuskúlanum í Florida
Børn: Tveir synir
Bakgrund: Giftur við amerikansku kvinnuni Judy, og hevur búð í USA síðani 1965. Er í dag leiðari í felagsskapinum New Tribes Mission, umframt at hjúnini hava verið trúboðarar í 10 ár á Filipsoyggjunum