ÍF hevur vunnið greiðan sigur á HB í Fuglafirði í kvøld. HB hevði gyltan møguleika at leggja seg fram um, men misnýtti, og so gjørdi ÍF bart. ÍF og HB hava í kvøld spælt í Vodafonedeildini. Dysturin varð spældur í góðveðri í Fuglafirði.
Leingi líktist tað einum 0-0 dysti við nógvum mistøkum í spælinum og fáum royndum á málið. Men dysturin gjørdist sermerktur á tann hátt, at dómarin heilar tríggjar ferðir dømdi brotsspark.
Tá ið hálvur tími var spældur, varð Símun Samuelsen feldur í brotsteignum, og dómarin dømdi brotsspark. Fróði Benjaminsen varð settur at skjóta, men flata skotið hevði helst kós fram við málinum, hóast Jákup Mikkelsen eisini fekk fingrarnar á.
Eftir 70 minuttir gjørdi Fróði Benjaminsen brotsspark ímóti Bartal Eliasen eftir hornasparksstøðu. Bartal skjeyt sjálvur, men Heðin Stenberg bjargaði skotinum. Bartal setti tó returin í málið til 1-0 til ÍF.
Tveir minuttir seinni fekk ÍF aftur brotsspark. Dánjal á Lakjuni varð feldur, og hesaferð setti Bartal bóltin í málið í fyrstu royndini.
Í evstu løtu økti ÍF til 3-0. HB hevði mesta av fólkinum frammi, tá ið ÍF kontraði. Karl Løkin legði upp á tvørs til beiggjan Boga, sum sendi í málið.
ÍF-HB 3-0 (0-0)
Dómari: Eiler Rasmussen
1-0: Bartal Eliasen 68.
2-0: Bartal Eliasen br 70.
3-0: Bogi Løkin 90.
ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Fritleif í Lambanum (Ari Ó. Ellingsgaard, 84.), Karl Løkin, Bogi Løkin, Aleksandar Jovevic, Dánjal á Lakjuni - Nenad Saric
Gult kort: Karl Løkin
HB: Heðin Stenberg - Pætur Jørgensen, Þórður S. Hreiðarsson, Rói Danielsen, Hendrik Rubeksen - Jógvan A. Nolsøe (Kristin R. Mouritsen, 73.), Ólavur í Ólavsstovu, Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen, Óli Arge (Pál Mohr Joensen, 73.) - Símun Samuelsen (Páll Holm Jacobsen, 81.)
Gult kort: Fróði Benjaminsen, Þórður S. Hreiðarsson